2024-07-21 20:42
KÍ-hópurin sum týskvøldið spælir í øðrum umfari í Champions League móti svensku meistarunum Malmø FF hevur í dag havt ferðadag.
Farið varð úr Klaksvík seinnapartin og hópurin er komin uppá pláss í Malmø.
Hetta var ein av teimum stuttu túrunum. Í morgin verður venjing á Eleda Stadion í Malmø, sum tekur áleið 21.000 áskoðarar.
Mynd hjá KÍ í fjør, sum er tillaga til úrslitini og dystirnar í ár
Dysturin móti Malmø FF verður týskvøldið kl. 18, og hann sæst í KÍ-varpinum á ki.fo.
Portalurin er til staðar í Malmø og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald