2026-09-06 15:28
KÍ og venjarin, Magnus Powell, og hjálparvenjarin, Thomas Gabrielsson, hava í dag valt at enda samstarvið.
Hetta sigur felagið í fráboðan fyri løtu síðani.
Fróði Benjaminsen, sum avtala annars er gjørd við at vera venjari frá næsta kappingarári, tekur yvir beinanvegin, nú farið verður inn í endaspurtin av landskappingini.
Magnus og Thomas vunnu greipuna í fjør, meðan partarnir eru samdir um, at kappingarárið ikki hevur livað upp til væntanirnar í ár.
KÍ tapti í gjár finaluna um Løgmanssteypið móti Víkingi 2-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald