Fótbóltur

KÍ lækkar prísin

Tað er bíligari enn vanligt at fara til dyst hjá KÍ á Tórsvølli í kvøld.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-08 12:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fyri at geva øllum møguleikan at uppliva hesa altjóða fótbóltsupplivingina, hava vit lækkað prísin á atgongumerkjunum.

Tað sigur KÍ um atgongumerkjasøluna til dystin móti Borac Banja Luka í kvøld. Hetta er helst ásannandi, at tað onkuntíð hevur verið heldur dýrt hjá familjum at fara til dyst.

Atgongumerkini á Tórsvølli í kvøld kosta nevniliga bara 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

Til dystin millum KÍ og Malmö FF við Djúpumýru í síðstu viku vóru ymiskir prísbólkar fyri ymisk setur á leikvøllinum. Dýrastu setrini kostaðu 225 krónur fyri vaksin og 135 krínur fyri børn.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Prísurin er sostatt ikki ein forðing í kvøld, og lagt er upp til at nógv fólk vera til dyst á Tórsvølli. Dysturin byrjar klokkan 18, so fjepparar kunnu síggja dystin og síðani fara til Klaksvíkar til stóra 20-ára showið á Vágsbøi klokkan 22.

Veðurstovurnar boða frá góðum veðri. Turt og lítil vindur.

Les eisini: Espen Haug: Ødemarksbakken og Klettskarð við frá byrjan

Europa League 3. umfar, fyrri dysturin
Á Tórsvølli, hósdagin 08.08
18:00 KÍ - Borac Banja Luka 

Portalurin verður til staðar á Tórsvølli og hevur ymiskt tilfar áðrenn og eftir dystinum. Undir dystinum hava vit liveblogg og vit gera eisini samrøður eftir dystin. Kringvarp Føroya vísir dystin.

--

Vegurin til Europa bólkaspæl

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder