Fótbóltur

KÍ leggur eitt sindur av trýsti á Víking

Avrikið í Sørvági í dag var annars langt frá sannførandi, men 20.landskappingarmálið hjá Pálli Klettskarð tryggjaði tíggjunda sigurin á rað. Trý stig og 25 mál upp til Víking, sum spælir á Skála í morgin.

Jóannes Kaksø Danielsen legði upp til einasta málið til Sørvágs í dag - KÍ hevur ikki verið so tætt við Víking á stigatalvuna í longri tíð, men hetta er  helstov seint (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Kaksø Danielsen legði upp til einasta málið til Sørvágs í dag - KÍ hevur ikki verið so tætt við Víking á stigatalvuna í longri tíð, men hetta er helstov seint (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-29 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Betrideildini er spældur seinnapartin. Hann var á Dungasandi í Sørvági, har KÍ vitjaði.

Trýfaldu føroyameistararnir burdu komið til Sørvágs við høgum sjálvsáliti eftir 2-1 sigurin í Sarpugerði. Um so var, so sást tað ikki.

KÍ spældi uttan ferð, hugflog og góðsku meginpartin av dystinum, meðan 07 Vestur bjóðaði av. Espen Haug hevði valt eina 3-4-3/5-4-1 leikskipan frá byrjan, men hetta riggaði als ikki.

Skipnan varð broytt til 2. hálvleik, har KÍ avgjørdi dystin. Talan var um eitt vælspælt álop í høgru: Árni Frederiksberg senda Jóannes Kalsø Danielsen avstað inn í brotsteigin, bakkurin legði hart og flatt innfyri til Páll Klettskarð, sum ótarnaður kundi seta innarusíðuna á.

Hetta var so at siga tað einasta, sum KÍ veruliga skapti. 07 Vestur vantaði tó seinasta fyri at veruliga hótta sigurin - liðið hjá Dan Brimsvík sá vælskipað men fekk einki burturúr dystinum: Heldur ikki eftir at Odmar Færø fekk beinleiðis reytt. Hetta var, tá fimm minuttir vóru eftir. Tað var eftir stórt mistak hjá roynda miðverjanum, sum hálaði í neyðbremsuna.  

Emil Grønn Pedersen skeyt beinleiðis frísparkið uppum, og tað endaði 0-1.  Harvið hevu rKÍ trý stig og 25 mál upp til Víking - og tíggju sigur á rað. 

Betrideildin 24. umfar
Sunnudagin 29. september
07 Vestur - KÍ 0-1 (0-1)
66' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 0-1

Reytt kort: Odmar Færø (86')

Mánadagin 30. september
18.30: Skála - Víkingur

Í dag, leygardagin 28. september 
EB/Streymur - NSÍ 4-1 (0-1)
33' Betuel Hansen (Petur Knudsen) 0-1
48' Kristian Svabo Eliasen 1-1
50' Jóhann Hansson Joensen 2-1
73' Filip Djordjevic, br. 3-1
87' Filip Djordjevic 4-1

Reytt kort: Mikkjal Hellisá (88') - seinna gula

B36 - HB 2-2 (1-1)
16' Marius Kryger Lindh 1-0
37' Jákup Thomsen 1-1
45 (+1)' Hannes Agnarsson 2-1
54' Ári Mohr Jónsson 2-2

Sí meira um dystin her

ÍF - B68 1-3 (1-1) **
12' Brian Jakobsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
21' Jákup Andrias Thomsen (Uros Stojanov) 1-1
49' Jóhan Josephsen (Fríði í Túni Petersen) 1-2
71' Bartal Páll Klein (Jóhan Josephsen) 1-3

Sí eisini: B68 er nú nærri strikuni - dysturin blástur av eftir 88 minuttir
Myndir frá dystinum

Støðan: 
1. Víkingur 63 stig *
2. KÍ 60 stig 
3. HB 52 stig
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig
6. 07 Vestur 27 stig 
7. EB/Streymur 22 stig
8. Skála 18 stig *
------------------
9. B68 17 stig **
10. ÍF 7 stig **

* Ein dyst færri
** Sum skilst er úrslitið í Fuglafirði ikki heilt endaligt. Dysturin varð avbrotin vegna serligar umstøður

Les eisini: Ikki allar súður syftar viðvíkjandi dystinum í Fugkafirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder