B71 tók í dag ímóti KÍ i 1. deild í einum útsettum dysti, frá tíggjunda umfari.
Klaksvíkingar vunnu dystin 1-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1, og liggja nú nummar eitt í 1. deild við 51 stigum, tvey stig meir enn Víkingur og NSÍ
Tað var annars B71, ið legði seg á odda, tá Tijani Mohammed skoraði eftir 18 minuttir. Tá 31 minuttir vóru spældir javnaði Darius Lewis fyri KÍ. Tá 66 minuttir vóru spældir, var tað Jens Joensen, ið skoraði til 1-2, sum eisini var endaliga úrsliti.
Støðan í 1. deild eftir 25 umfør
KÍ 51 stig
Víkingur 49 stig
NSÍ 49 stig
07 Vestur 44 stig
B68 34 stig
B71 29 stig
Skála 27 stig
HB 26 stig
B36 24 stig
EB/Streymur 12 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald