Fótbóltur

KÍ livir á eggini eftir ósigur í Ljubljana

Í 82 minuttir hildu Jonathan Johansson og teir frammanfyri hann málið reint - í tjúgu minuttir í undirtali og við góðum arbeiði. So skoraði heimaliðið eftir hornaspark, og tað endaði 2-0.

KÍ spældi í stóran mun ein góðan verjudyst, men líktiskt ikki sær sjálvum í fleiri pørtum av dystinum. Tað eydnaðist ikki at halda málið reint í undirtal (Mynd: Aleksandar Djorovic)

KÍ spældi í stóran mun ein góðan verjudyst, men líktiskt ikki sær sjálvum í fleiri pørtum av dystinum. Tað eydnaðist ikki at halda málið reint í undirtal (Mynd: Aleksandar Djorovic)

2023-11-09 22:09 Author image
Agnar Prestá

Ljubljana, Slovenia (Portalurin): KÍ tyktiskt ongantíð at vera nær við at vera í tí bestu útgávuni av sær sjálvum í Slovenia í kvøld. Dysturin varð sjálvandi merktur av ivasomu útvísingini, sum Árni Frederiksberg fekk, tá ein tími var spældur. Men áðrenn tað var tað mest hepni - og eisini gott málmans-og verjuspæl í nøkrum førum - sum gjørdi, at KÍ ikki var aftanfyri.

Olimpija Ljubljana var í einari nógv betri útgávu á vánaliga grasundirlagnum, enn liðið var á Tórsvølli. Tað gekk heilt skjótt til tíðir, tað var snilt í summum førum, og áðrenn málini vantaði so at siga bert skerpni á síðsta triðinginum hjá heimliðnum. Í fyrra hálvleiki sat Olimpija á tí allarmesta, og kundi verið á odda. Bólturin var eisini í KÍ-málinum, men VAR hjálpti.

Les eitt sindur meira um fyrra hálvleik her - KÍ stríðist fyri at halda seg í dystinum

KÍ byrjaði seinna hálvleik við tí týðiligu ætlanini at spæla meira og skapa eitt sindur meira við bóltinum. Men hetta var nær við at kosta nakrar ferðir fyrsta korterið, tí teir í bláum misti fleiri bóltar í vandamiklum støðum í uppspælinum. Serliga var tað støðan næstan beinanvegin, tá Jonathan Johansson spældi bóltin beint í føturnar á áleypara, men hann bjargaði tí sjálvur.

Júst svenski málverjin var ein lykil. Hann hevði nakrar heilt góðar bjarginar í kvøld - eisini tá KÍ var í undirtali.

Árni Frederiksberg hevði fingið fyrra gula kort stutt fyri hálvleik fyri at "gera ov nógv fríspørk". Ikki tað størsta gula kortið, og hóast tað seinna sá nakað ógvusligt út, so varð Árni sjálvur stemplaður í støðuni. Ein støða har tað tyktist heldur løgið "at velja síðu", og um man hyggur eftir støðuna - kanska serliga við bláum brillum - so kann kanska próvførast fyri frísparki til KÍ. Dómarin peikaði tó hinvegin, og so var søguligt føroyskt reytt kort veruleiki, og mótbrekkan tyngri hjá útliðnum.

Menninir hjá Magna Hoseth arbeiddu tó gróthart og væl víðari, og eina løtu sá tað næstan út til at fara at bera á mál við at fáa javnleik. Men í 83. minutti varð eitt hornasparksinnlegg hælað víðari, og bólturin bombaður upp í málhornið. Nakrar minuttir seinni fór luftin úr ballónini, eftir at Mads Boe Mikkelsen misti bóltin á egnari hálvu, og heimaliðið revsaði: 2-0.

Eitt væl sterkari Olimpija enn síðst og KÍ sum ikki fekk sítt spæl at hanga saman. Tíverri einki stig hóast teir í bláum stríddust væl í Slovenia. Slovan Bratislava fekk javnleik móti Lille, og nú sær tað ógvuliga trupult út, í mun til at koma víðari. KÍ noyðist íhvussu er at vinna á heimavølli móti Slovan 30. november - uttan Árna Frederiksberg.


UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11: 

Olimpija Ljubljana - KÍ  2-0 (0-0)
83' 1-0
88' 2-0

KÍ (5-4-1/3-4-3):
 Nils Jonathan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg– Páll Andrasson Klettskarð

Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Sivert Gussiås, Mads Boe Mikkelsen, Deni Pavlovic og Jóhan Josephsen

[object Object]
Mynd: Aleksandar Djorovic

Slovan Bratislava - LOSC Lille 1-1

Støðan í bólkinum 
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 4 stig

Tvey lið koma víðari 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder