EB/Streymur boðar í dag frá, at Kristian Joensen sum í ár vann Føroyameistaraheitið við KÍ, framyvir spælir fyri sundalagsmenn.
29 ára gamli Kristian Joensen av Glyvrum hevur verið fastur í málinum hjá KÍ seinastu árini, men hevur mesta partin av hesum kappingarárinum sitið á bonkinum.
Eyðstein Zachariassen, næstformaður í EB/Streymi og Kristian Joensen (Mynd: EB/Streymur)
Sambært FaroeSoccer hevur Kristian Joensen leikt 191 dystir í Betri deildini, umframt 101 í 1. deild, 29 í kappingini um løgmanssteypið og 14 dystir í Champions League og Europa League. Umframt tað, hevur hann eisini verið úttikin til føroysku landsliðini.
Rói Zachariasen, sum hevur staðið í EB/Streymamálinum, fer næsta kappingarár at verja AB-málið.
Rói Zachariasen (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald