Tveir teir seinastu dystirnir í 11. umfari í Betrideildini hjá monnum eru spældir seinnapartin. Báðir endaðu við greiðum heimasigrum.
Skála skapti gamaní nakrar stórar málmøguleikar í Streymnesi - serliga fyri steðgin - men í dag fekk EB/Streymur stig burturúr. Tað vóru ungir spælarar, sum eru komnir til felagið í vetur, ið skoraðu málini: Eyðsýndi Emil Weihe Joensen eftir hornaspark í fyrra hálvleiki og stutt eftir steðgin Jens Erik Bruhn og Suni Herman Petersen. Vengurnir søktu bóltin væl, og EB/Streymur hevði neyðuga skerpni.
Í 1. umfari vann Skála 3-0 á EB/Streymi. Nú var tað umvent, og liðið hjá Sigfríði Clementsen er nú fýra stig frá niðurflytingarstrikuni. Týdningarmikil sigur - Skála er ikki heilt sloppið leyst frá stríðnum í botninum.
Emil Weihe Joensen legði EB/Streym á odda. Trý stig og trý mál á heimavølli móti Skála - spælið hevur verið til meira enn úrttøkan seinastu tíðina, og nú bragdaði hjá EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)
KÍ hevði trupulleikar við at fáa tað hanga saman í fyrra hálvleiki á heimavølli móti B68, men beint fyri steðgin og beint eftir steðgin bragdaði. Fyrst var tað Pætur Petersen uppá ein returbólt - meðan Áki Johannesen var úti til viðgerð - og síðani Páll Klettskarð eftir bólt frá Árna Frederiksberg. 2-0, ró hjá KÍ og løtu seinni endurtóku Árni og Páll við flottari máli.
9'arin hjá KÍ er toppskjútti í deildini og hevur nú 12 mál í 11 dystum. Innskifti Jonn Johannessen fekk seinasta orðið við góðum stútara. Skaðadarvaði klaksvíkingurin skoraði seinast fyri beint yvir einum ári síðani. KÍ hevur vunnið seks dystir á rað í Betrideildini og bert latið eitt mál inn hetta tíðarskeiðið. Trý stig upp til HB og Víking - um eina viku vitjar júst Víkingur.
Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.
Betrideildin menn, 11. umfar
Í dag, sunnudagin 26.05
KÍ - B68 4-0 (1-0)
43' Pætur Petersen (Claes Kronberg) 1-0
46' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0
67' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-0
69' Jonn Johannessen (Claes Kronberg) 4-0
Meira um dystin sæst her
EB/Streymur - Skála ÍF 3-0 (1-0)
42' Emil Weihe Joensen (Virgar Jónsson) 1-0
50' Jens Erik Bruhn (Bergur Poulsen) 2-0
53' Suni Herman Petersen (Mikkjal Hellisá) 3-0
Í gjár, leygardagin 25.05
HB - ÍF 1-0 (1-0)
34' Sammy Skytte (Mikkel Dahl) 1-0
NSÍ - B36 2-2 (0-2)
33' Zean Peetz Dalügge 1-0
38' Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen) 2-0
70' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 2-1
73' Klæmint Andrasson Olsen (Beinir Nolsøe) 2-2
Víkingur - 07 Vestur 5-1 (0-1)
34' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 1-0
59' Geza David Turi 1-1
62' Finnur Justinussen 2-1
65' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 3-1
73' Geza David Turi (Poul Kallsberg) 4-1
90' Olaf Bárðarson 5-1
Sí eisini: Nøkulunda sama støða í oddinum
Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 27 stig
4. NSÍ 19 stig
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig
7. Skála 10 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. B68 3 stig
10. ÍF 3 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald