
Tveir dystir í 15. umfari í Betrideildini hjá monnum vórðu spældir í illfýsna veðrinum í gjár, leygardagin 29. juni.
HB og KÍ hittust í góðveðrinum í Gundadali 16. mai. Tá endaði tað 1-1. Síðani hava mest vinnandi feløgini í føroyskum fótbólti spælt fimm dystir hvør - og vunnið allar. Sigursrøðirnar vórðu longdar í gjár við heimasigrum á suðuroyarfeløgunum. Bæði KÍ og HB skoraði fýra ferðir.
Árni Fredeiksberg skoraði trý av málunum hjá KÍ, har tað fyrsta kom í 1. minutti. Nummar sjey tykist vera í stórformi, nú evropeisku dystirnir nærkast. Málið, sum Árni ikki skoraði móti FC Suðuroy í gjár, legði bóltsnillingurin upp til. Tað skoraði liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen.
Daniel Johansen spældi eisini fyrstu ferð fyri KÍ í gjár, sum skifti millum annað Deni Pavlovic og Gilla Rólantsson Sørensen inn.
Eftir 15 dystir hevur KÍ 43 av 45 møguligum stigum. Málúrttøkan er 51-8. Hetta er á sín hátt tendensurin, sum var í 2021, 2022 og 2023 - eins og tá stevna teir kongabláu beint móti FM.
Árni Frederiksberg og hinir hjá KÍ hava nógv at fegnast um (Mynd: Sverri Egholm)
Beint nú er HB tættasti avbjóðarin. Frástøðan á níggju stig varð hildin í gjár, men tað reið um snarið hjá teimum reyð-svørtu.
Heini Fossdalsá Sørensen legði HB á odda stutt eftir steðgin, men í 77. minutti javnðai Aron Arnholdssen fyri hartarbeiðandi TB-liðið. Gestirnir í Gundadadali royndu síðani at halda fast, men í 87. minutti sló Heini Sørensen aftur til.
2-1, Ragnar Joensen fekk stutt seinni seinna gula kortið fyri at gera brotsspark, sum Sammy Skytte umsetti til mál, og seinni í yvirtíðini økti Skytte.
Sætti sigurin í sjey dystum undir André Olsen. HB er ósigrað síðani 9. mai.
Heini Sørensen og HB eru flúgvandi fyri tíðina (Mynd: Sverri Egholm)
B36 vann fríggjakvøldið - tveir dystir í dag
B36 so at siga avgjørdi fyri steðgin fríggjakvøldið, tá 07 Vestur vitjaði - við trimum málum.
Harvið er B36 í løtuni á 4. plássi. Víkingur skal royna at taka hetta aftur í dag, tá B68 vitjar. Í steypahálvfinaluni millum liðini í Sarpugerði fyri ellivu døgum síðani vann Víkingur 2-0.
NSÍ tekur ímóti EB/Streymi klokkan 17.15 og skal royna at fáa gongd í aftur: Liðið hevur ikki vunnið í seinastu fýra dystunum og bert ein av sínum seinastu seks. EB/Streymur er væl við í stríðnum um 4. plássið.
Betrideildin 15. umfar
Í gjár, leygardagin 28. juni
HB - TB 4-1 (0-0)
51' Heini Fossdalsá Sørensen 1-0
77' Aron Arnholdsson 1-1
87' Heini Fossdalsá Sørensen 2-1
90 (+1)' Sammy Skytte, br. 3-1
90 (+6)' Sammy Skytte, 4-1
Reytt kort: 89' Ragnar Joensen (TB)
KÍ - FC Suðuroy 4-0
1' Árni Frederiksberg 1-0
24' Jákup Biskopstø Andreasen 2-0
74' Árni Frederiksberg 3-0
88' Árni Frederiksberg, br. 4-0
Fríggjadagin 27. juni
B36 - 07 Vestur 3-1
12' Pætur Petersen 1-0
21' Marius Kryger Lindh 2-0
41' Mattias Hellisdal 3-0
54' Jonathan Flensborg 3-1
Reytt kort: 77' Mikkel Hyllegaard (07 Vestur)
Í dag, sunnudagin 29. juni:
15.00: Víkingur - B36
17.15: NSÍ - EB/Streymur
Støðan:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald