Hann hevur royndarvant og spælt venjingardystir fyri KÍ seinastu stóru vikuna, og
hetta hevur eydnast so mikið væl, at partarnir nú hava undirskrivað avtalu fyri kappingarárið 2023.
Hetta hevur KÍ kunngjørt fyri løtu síðani. Talan er um ein miðvallara við nógvum royndum á høgum støði.
- Luc Kassi er úr Fílabeinsstrondini, men hevur síðan 2012 búð í Noreg, har hann hevur leikt fyri Stabæk heilt fram til 2022. Tey 10 árini í Stabæk hevur Luc leikt yvir 200 dystir fyri felagið. Stabæker eitt felag sum regluliga er at síggja í norsku Eliteseriuni (besta deildin). Stabæk hevði eitt ynski um at leingja avtaluna við Luc, men her ynskti Luc at royna okkurt nýtt og í tí sambandi stóð KÍ ovast á ynskilistanum. Magne Hoseth, høvuðsvenjari, kennir Luc frá tíðini í Stabæk, har Magne spældi í 2014.
28-ára gamli Luc Kassi hevur norska ríkisborgararætt. Eftir nógv ár sum fastur maður í Stabæk, hevur hann seinastu tvey árini verið darvaður av skaðum, og so eisini verið á veg burtur frá felagnum til danskan
Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Kassi, sum ikki spældi í venjingardystinum á Eiði í gjárkvøldið - har Páll Klettskarð skoraði bæði málini - er nú farin til Noregs at pakka og kemur síðan aftur til Klaksvíkar mikudagin.
Umframt Kassi hevur KÍ fingið málverjarnar Róa Mørk Hentze og Markus Petterson og verjuspælaran Vegard Forren í hópin í vetur. Magne Hoseth staðfesti á FM1 í gjár, at KÍ fer at styrkja seg meira og verður talan um ein álopskendan spælara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald