Fýra dystir í Betrideildini hava verið í dag, og greitt er nú, at HB er fimm stig á odda eftir seks umfør.
Úrslitið í Norðoyastevnudystinum hóskaði HB heilt væl, tí tað endaði við javnleiki millum tvey lið ið royna at jagstra oddaliðið. KÍ var omaná tað mesta av dystinum og skapti nógvar stórar møguleikar ígjøgnnum dystin. Tórður Thomsen stóð tó ein sera góðan dyst, Oddur Højgaard var sera stinnur í miðverjuni, og NSÍ lúrdi allatíðina. Í 73. minutti stútaði Petur Knudsen eitt gott innlegg frá Jann Benjaminsen í málið, og tá Deni Pavlovic løtu seinni fekk reytt kort, sá tungt út hjá KÍ. Heimaliðið fekk tó trýst NSÍ væl seinastu minuttirnar, og Jonn Johannessen stútaði eitt innlegg frá Jóannes Bjartalíð í málið í yvirtíðini.
NSÍ hevði leiðsluna í áleið tjúgu minuttir og var í yvirtali - hetta rakk tó ikki til ein sigur í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: KÍ - NSÍ
Jan Ellingsgaard gjørdist stóra hetjan í Fuglafirði. Liðformaðurin skoraði hattrick, tá ÍF fyri aðru ferð uppá eina viku vann á heimavølli - hesaferð varð talan um ein 4-2 sigur á AB. Argjamenn javnaðu annars tvær ferðir í 1. hálvleiki, men ÍF avgjørdi dystin í 2. hálvleiki. Harvið hevur ÍF nú níggju stig, og er nakað væl burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Við Margáir kom bert eitt mál. Tað var Tóki Johannesen, ið skoraði einsamalla málið í dystinum, og tað kom tíðliga í dystinum. Enn ein niðurtúrur hjá Skála, meðan EB/Streymur aftur vann á heimavølli móti "botn-fimm liðið".
Lava í høvuðsleiklutinum í Norðragøtu
Í Sarpugerði var Andreas Lava Olsen í hopla. Ótryggi verjuparturin hjá B36 kom undir trýst av sterka leirvíkinginum, sum í 1. hálvleiki legði heimaliðið á odda tvær ferðir - 2-1 málið var eitt sera gott langskot, og tað kom stutt eftir, at B36 hevði javnað við brotssparki.
Útiliðið javnaði aftur tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Eli Falkvard var á rætta staðnum í samband við hornaspark. Í minuttinum eftir var tað Gunnar Vatnhamar, ið stútaði bóltin í hitt málið - Lava var eisini við í hesum málinum. Eina løtu seinni varð 4-2, eftir at Eli feldi Lava í B36-brotsteignum, og Sølvi var ísakaldur úr ellivu metrum.
Mynd: Sverri Egholm
B36 hevði ilt við at skapa møguleikar í 2. hálvleiki, men seinastu minuttirnar fekk útilið trýst, og Sebastian Pingel fekk fýra góðar møguleikar: Ein rakti yvirleggjaran, ein varð bjargaður á strikuni og tvey skot raktu ikki málið. Víkingur hevði nakrar møguleikar í umstillingum og vann samanlagt uppiborið. Nú er liðið hjá Eyðuni Klakstein beint í hølunum á B36, NSÍ og KÍ. Næsti dystur verður í Klaksvík. B36 tapti 4-2 annan dystin á rað og skal eins og NSÍ spæla fríggjakvøldið sum stórfavorittur.
Betrideildin 6. umfar
Sunnudagin 7/6:
ÍF - AB 4-2 (2-2)
25' Jan Ellingsgaard (br.) 1-0
26' Bartal Skaalum Petersen 1-1
30' Jan Ellingsgaard 2-1
33' Tóki á Lofti 2-2
63' Jan Ellingsgaard 3-2
85' Jan Ellingsgaard 4-2
EB/Streymur - Skála 1-0 (0-0)
12' Tóki Johannesen
KÍ - NSÍ 1-1 (0-0)
73' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 0-1
90' Jonn Johannessen (Jóannes Bjartalíð) 1-1
Víkingur - B36 4-2 (2-1)
20' Andreas Lava Olsen 1-0
26' Árni Frederiksberg 1-1
31' Andreas Lava Olsen 2-1
56' Eli Falkvard Nielsen 2-2
57' Gunnar Vatnhamar 3-2
64' Sølvi Vatnhamar (br.) 4-2
Í gjár - leygardagin 6/6:
TB - HB 0-1 (0-1)
12' Dan í Soylu (Øssur Dalbúð)
Reytt kort: Jens Erik Bruhn (66' - seinna gula)
Myndir frá dystinum
Les eisini:
HB hevur framvegis fult stigatal
Støðan:
1. HB (18 stig)
2. NSÍ (13 stig)
3. KÍ (13 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (11 stig)
6. ÍF (9 stig)
7. EB/Streymur (6 stig)
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald