Fótbóltur

KÍ og NSÍ lið um lið í stríðnum um FM - NSÍ er í steypafinaluni

KÍ vann lykladyst í Sarpugerði í gjár, og nú trý umfør eru eftir í Betrideildini eru KÍ og NSÍ púra jøvn, og hittast tey mánakvøldið. Víkingur er trý stig aftanfyri men skal spæla steypafinalu móti NSÍ 5. oktober.

KÍ og NSÍ spæla oddabrak mánakvøldið - NSÍ skal spæla steypafinalu móti Víkingi á Tòrsvølli um átta dagar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ og NSÍ spæla oddabrak mánakvøldið - NSÍ skal spæla steypafinalu móti Víkingi á Tòrsvølli um átta dagar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-27 14:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ var omaná í Sarpugerði í gjár, tá føroyameistararnir og Víkingur spældu um, hvør skal fylgja aftaná NSÍ í útsetta dystinum

Eyðvør Klakstein legði útiliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá bólturin stakk leysur í Víkinga-brotsteignum. Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Tóra Mohr, sum var á rætta staðnum, og tíggju minuttir seinni varð 3-0 eftir sjálvmál.

Sí uppstillingar og dystargongd her

Harvið ein ógvuliga týdningarmikil sigur hjá liðnum, sum hevur vunnið FM fimm tey seinastu árini. Í ár er harður dystur um steypið, og nú trý umfør eru eftir, eru KÍ og NSÍ jøvn í stigum.

Tey hittast í Runavík mánakvøldið - NSÍ vann í Klaksvík síðst í august. Víkingur fer at nærkast í øllum førum einum av hesum liðum, um liðið úr Eysturkommunu livir upp til favorittleiklutin móti HB.

Støðan eftir trý umfør í FM-bólkinum
1. NSÍ 40 stig * 
2. KÍ 40 stig
3. Víkingur 37 stig
4. HB 27 stig

*Stigini frá innleiðandi bólkinum fylgja við, og NSÍ hevur best málúrtøku.

4. umfar (triðseinasta)
Mánadagin 31.09

18.00: NSÍ - KÍ
19.30: HB - Víkingur

NSÍ sannførandi í steypafinaluna - kann endurvinna

NSÍ vann fyrru hálvfinaluna 5-1 á Tórsvølli og gjørdi sanniliga arbeiði liðugt við Løkin í gjárkvøldið.

Tað endaði 7-1. Heidi Sevdal gjørdi hattrikk, Julia Naomi Mortensen skoraði tvey mál, og Lena Olsen og Evelin Mastropasqua hvør sítt.

Harvið 12-1 samanlagt, og liðið hjá Allan Dybczak skal um átta dagar royna at endurvinna steypið. Víkingur vann greitt á B36 í sínari hálvfinalu og skal fyri fyri fyrstu ferð spæla í steypafinaluni hjá kvinnum.

Steypafinalan hjá kvinnum
Leygardagin 5. oktober
18.30: Víkingur – NSÍ 

[object Object]HB gjørdi einki við NSÍ í hálvfinalunum - Víkingur hevur søguliga steypafinalu fyri framman (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder