Fótbóltur

KÍ sett enn ein norskan hjálparvenjara

48-ára gamli Espen Haug er næsti maðurin í nýggja venjaratoyminum. Hann hevur síðst verið høvuðsvenjari í triðbestu norsku deildini og skal nú hjálpa Haakon Lunov í Klaksvík.

48 ára gamli Espen Haug er best kendur í Norra sum miðvallari hjá Raufoss og síðani venjari í felagnum. Eins og nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, hevur hann júst verið høvuðsvenjari í triðbestu norsku deildini (Mynd: ki.fo)

48 ára gamli Espen Haug er best kendur í Norra sum miðvallari hjá Raufoss og síðani venjari í felagnum. Eins og nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ, hevur hann júst verið høvuðsvenjari í triðbestu norsku deildini (Mynd: ki.fo)

2024-01-25 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Enn ein norsk greipa fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá KÍ í 2024 og 2025. Avtala er gjørd við norðmannin Espen Haug um at vera hjálparvenjari hjá Haakon Lunov. 

Hesum boðar KÍ frá á heimasíðu sínari í dag - eina viku eftir at nýggi høvuðsvenjarin varð kunngjørdur.

48 ára gamli Espen Haug er best kendur í Norra sum miðvallari hjá Raufoss og síðani venjari í felagnum. Hann spældi 61 dystir í Eliteseriuni.

Haug hevur eisini verið venjari hjá Gjøvik-Lyn í seks ár - frá 2018 til og við 2023 - og hevur nú gjørt av at taka við nýggjum avbjóðingum í KÍ. 

Har skal hann vera høgra hond hjá Haakon Lunov. Mads Kleiv, sum varð settur í desember, er eisini í venjaratoyminum hjá Betri monnum, umframt at hann hevur næstbesta liðið og leiklutin sum "skiftisvenjari". Harvið avloysa tveir norðmenn Daniel Berg Hestad og Sjúrð Jacobsen, sum ikki eru í felagnum í ár.

Geza Turi heldur fram sum málmansvenjari, og harvið manglar KÍ nú bert at fáa fysiska venjaran uppá pláss. Elisabeth Vang er farin til Fredrikstad.

KÍ skrivar, at felagið fegnast stórliga um nýggja hjálparvenjaran, sum kemur til landið í morgin. Mánadagin fara Espen Haug og hópurin á venjingarlegu í Portugal.

Sáttmálin við Espen Haug er galdandi fyri kappingarárini 2024 og 2025. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder