Fótbóltur

KÍ skal royna at gera stórarbeiðið liðugt

Fyri fyrstu ferð í summar hevur liðið hjá Magna Hoseth eina leiðslu við á útivøll.

KÍ skoraði tvær ferðir og koppaði Molde á heimavølli - men norsku meistararnir eru als ikki koppaðir heilt enn (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ skoraði tvær ferðir og koppaði Molde á heimavølli - men norsku meistararnir eru als ikki koppaðir heilt enn (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-13 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni sita nógvir spentir norðoyingar og onnur umborð á flogfari hjá Atlansflogi, sum um eina løtu setur kósina móti Molde. Har skal KÍ týskvøldið royna at spæla seg víðari til play-off umfarið í Champions League.

Tað er ein stórur setningur at greiða. Hann er tó pappírinum nakað lættari, enn hann var undan dystinum móti Ferencvárosi og BK Häcken. Tá endaði tað við málleystum javnleiki við Djúpumýrar í fyrra dystinum.

Hesa ferð varð spælt á Tórsvølli í fyrra dystinum, og við tveimum málum frá Árna Frederiksberg tryggjaði KÍ sær ein 2-1 sigur, eina stóra løtu og eitt gott útgangsstøði. 

KÍ og Molde spæla seinna dystin í 3. umfari í Champions League týskvøldið klokkan 18. 

Portalurin er við á ferðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder