Fótbóltur

KÍ skal vinna á Skála í kvøld

Hjá trífaldu føroyameistarunum snýr tað seg um at fylgja við Víkingi og HB. Skála er onkursvegna í ongamannalandi í løtuni. Uppgerðin byrjar klokkan 19.

KÍ skal framhaldandi royna at leggja trýst á Víking og HB (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

KÍ skal framhaldandi royna at leggja trýst á Víking og HB (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-21 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir vórðu spældir í gjár, og í kvøld er seinasti dysturin í 10. umfari í Betrideildini á skránni.

Hann er á Skála, har KÍ vitjar. Norðoyingarnir eru seks stig aftanfyri HB og Víking, sum vunnu í gjár. Harvið er neyðugt hjá KÍ at vinna fyri at fylgja við.

Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 27 stig
2. HB 27 stig
3. KÍ 21 stig *
4. NSÍ 18 stig 
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 14 stig 
7. Skála 10 stig *
8. EB/Streymur 4 stig 
9. B68 3 stig 
10. ÍF 3 stig  

* Ein dyst færri

Sí eisini: HB og Víkingur halda fram við FM-kapprenningini

Síðani Haakon Lunov fekk sekkin, hevur KÍ vunnið allar sínar dystir. Tann triði var ímóti Víkingi í síðsta umfari, har talan var um lyklasigur. Góða gongdin hjá Víkingi og HB annars ger, at KÍ sum nú er noyðist at vinna allar sína dystir fyri at hanga í, í FM-stríðnum. Hjá KÍ eru nakrir spælarar eisini komnir aftur- ella eru á veg aftur - eftir skaða.

Skála hevur vunnið á øllum liðunum undir sær og er tískil í heilt góðari støðu, í mun til niðurflytingarstríðið. Liðið hjá Paula Poulsen kann næstu tíðina slíta seg heilt burtur úr tí.

Í 4. umfari var um reppið, at Skála fekk stig ímóti KÍ. Skála legði seg á odda, og tá farið var um 90 minuttir var 1-1 Undir Mýruhjalla. Páll Klettskarð bjargaði tó KÍ tá - so er spurningurin, hvussu dystarmyndin verður í kvøld.

Til ber at fylgja gongdini beinleiðis á portal.fo. Televarpið vísir dystin. 

10. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, týsdagin 21. mai
19.00: Skála - KÍ

Í gjár, mánadagin 20. mai 
HB - B36 2-1 (1-0)
43' Mikkel Dahl 1-0
51' Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen) 1-1
69' Viljormur Davidsen 2-1

Uppstillingar, tøl og annað her

Víkingur - NSÍ 2-0 (0-0)
90 (+2)' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
90 (+7)' Martin Klein Joensen (Signar á Brúnni) 2-0

Reytt kort: Dion Splidt (66' - seinna gula)

Uppstillingar, tøl og annað her

Les eisini: HB og Víkingur halda fram við FM-kapprenningini

ÍF - B68 2-2 (1-2)
15' Brian Jakobsen (Fríði í Túni Petersen) 0-1
40' Elvio Gelmini (Gundur Petersen) 1-1
45' Brian Jakobsen (Áki Johannesen) 1-2
90 (+4) Elvio Gelmini (Jhon Mena) 2-2

Les meira: ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið

Reytt kort:Villiam Emil Klein (84' - seinna gula)

Uppstillingar, tøl og annað her

07 Vestur - EB/Streymur 2-0 (0-0)
56' Emil Grønn Pedersen (Julian Mouritsen) 1-0
90 (+1)' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 2-0

Uppstillingar, tøl og annað her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder