KÍ-spælarin Patrick Da Silva er í dag varðhaldsfongslaður fýra vikur eftir grundlógarhoyr í Føroya rætti í dag.
Tað skrivar Frihedsbrevet, sum var í rættinum.
Sambært miðlinum er 30 ára gamli Patrick Da Silva millum annað ákærdur fyri brot á §229 í revsilógini, sum snýr seg um grooming. Eisini er Da Silva ákærdur fyri at hava roynt at skaffað sær samlegu við barn undir 15 ár, og at hava framt blúnisbrot, ið kann revsast við fongsli í upp til tvey ár. Er tann órættaði undir 15 ár, er revsingin fongsul í upp til fýra ár.
(Mynd: Sverri Egholm)
Patrick da Silva er áður dømdur fyri slíkt mál, tá hann í 2021 fekk 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri blygnaðarskemd fyri einari tá 14 ára gamlari gentu.
Danskt-brasilski spælarin kom til KÍ í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald