Ein tími er til dystarbyrjan á Tórsvølli, og byrjanaruppstillingarnar hjá KÍ og Slovan Bratislava eru komnar.
Mynd: uefa.com
Sambært uefa.com spælir KÍ 5-4-1/3-4-3, eins og í øllum evropeisku dystunum í ár. Sum vit skilja verður tað tó meira 5-3-2/3-5-2 við Mads Boe Mikkelsen og René Shaki Joensen á sentrala miðvøllinum saman við Jákupi Biskopstø Andreasen.
Hetta merkir eisini, at bæði Páll Andrasson Klettskarð og Sivert Gussiås eru inni sum áleyparar í kvøld.
KÍ: Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Mads Boe Mikkelsen - Sivert Gussiås, Páll Andrasson Klettskarð
Sí eisini: Her er alt tilfarið um KÍ- Slovan Bratislava
Luc Kassi og Heini Vatnsdal eru so mikið skaðaplágaðir, at teir ikki eru á bonkinum. Hallur Hansson og Jonn Johannesen hava verið undir skurð og spæla ikki aftur í ár. Árni Frederiksberg hevur leikbann, og harvið hevur KÍ ikki nógvar royndar spælarar á bonkinum.
Børge Petersen hevur spælt nógvar evropeiskar dystir í ár, meðan hinir útispælararnir á bonkinum eru allir tjúgu ár ella yngri - fyriuttan roynda danan Claes Phillip Kronberg.
Claes Phillip Kronberg er ein upplagdur innskiftari í 2. hálvleiki - miðalaldurin á KÍ-bonkinum er annars lágur (Mynd: Sverri Egholm)
UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, í dag hósdagin 30/11:
17.45: KÍ - Slovan Bratislava
Sjónvarp: TV2 Play - Útvarp: KVF/FM1
17.45: Olimpija Ljubljana - LOSC Lille
Støðan í bólkinum
1. LOSC Lille 8 stig
2. Slovan Bratislava 7 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig
Tvey lið koma víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald