Í fjør var Ferencvárosi stórfavorittur móti føroyameistarunum í 1. umfari í Champions League. Nakrar mánaðir seinni hevði KÍ vunnið so mikið nógv stig afturat í evropeiskum fóbólti, at liðið úr Klaksvík hesaferð varð styrkismett til 1. umfar í stóru kappingini.
Úrslitið til lutakastið var, at lið úr Luksemborg kom úr pottinum. FC Differdange 03 vann landskappingina í Luksemborg, sum endaði fyri seks vikum síðani og skal nú møta KÍ. Eitt annað lið úr Luksemborg - Dudelange - spældi í 2018 og í 2019 bólkaspæl í Europa League.
Síðani hevur gingist samanlagt betri hjá føroyskum liðum í evropeisku kappingunum enn hjá liðum úr Luksemborg, og í fjør var júst KÍ í bólkaspæli. Betrideildin er styrkismett fimm pláss hægri eftir úrslitum seinastu fimm árini.
Hetta ger sítt til, at liðið hjá Espen Haug stendur sum rímiliga greiður favorittur til dystin við Djúpumýru í annaðkvøld. KÍ-sigur liggur á oddsum beint yvir 1,70 til beint yvir 1,80. Hinvegin gevur Differdange-sigur peningin beint yvir fýra ferðir aftur hjá teimum allarflestu.
Tað at KÍ hevur so góð úrslit í Evropa á heimavølli - bert tapt ein av teimum seinastu tólv eftir 90 minuttir - ger eisini sítt.
Meira um KÍ - Differdange seinni í dag.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í morgin, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03
Les eisini:
B36 og KÍ leggja til brots mikudagin
Jann Benjaminsen: Eru heilt víst farnir til Lettlands fyri at vinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald