Fótbóltur

KÍ stevnir móti meistaraheitinum

Níggju av níggju møguligum sigrum er veruleiki hjá klaksvíkingum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-08 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er eitt sindur ov tíðliga at staðfesta hvør vinnur gullið í ár, men vit kunnu kortini siga at nógv bendir á, at klaksvíkingar fara at vinna FM annað árið ár rað.

Við 2-0 sigri á HB við Djúpumýru seinnapartin varð staðfest, at KÍ er nógv tað sterkasta liðið í løtuni. 

Gestirnir høvdu nakað av spæli í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men síðani setti KÍ seg á dystin, og við tveimum skjótum málum fór luftin úr ballónini rættiliga skjótt.

Árni Frederiksberg skoraði fyrsta málið í 52. minutti við frísparki sum umvegis Bartal Wardum í múrinum snýtti Bjarka Vitalis Mørk í HB-málinum, og fór í netið.

Tveir minuttir seinni var aftur galið hjá HB, tá Deni Pavlovic smekkaði til og økti til 2-0.

HB-spælið bleiv ongantíð vandamikið og KÍ kundi trygt fegnast um ein 2-0 sigur við Djúpumýru í dag. Hetta er níggjundi sigurin av níggju møguligum, og klaksvíkingar koma upp á 27 stig.

Víkingur er at síggja til einasti FM-avbjóðari í ár. Felagsliðið í Leirvík og Gøtu hevði vitjan av grannunum úr Runavík seinnapartin, og gjørdi sítt til at FM ikki longu er avgjørt. Dysturin millum Víking og NSÍ endaði 3-0.

Í Havn vann B36 trygt 3-0 ímóti 07 Vestur.

Á Argjum var botndystur millum AB og B68. Argjamenn vóru frammanfyri 3-0 í hálvleikinum, og vunnu dystin 4-1. Ein týðandi sigur hjá AB, sum nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna og hevur sjey stig á áttanda plássið.

Úrslit 9. umfar

KÍ - HB 2-0 (0-0)
52’ Árni Frederiksberg 1-0
54’ Deni Pavlovic 2-0

Víkingur - NSÍ 3-0 (1-0)
14’ Sølvi Vatnhamar 1-0
52’ Arnbjørn Svensson 2-0
73’ Noah Mneney 3-0

B36 - 07 Vestur 3-0 (1-0)
34’ Michal Przybylski 1-0
60’ Magnus Jacobsen 2-0 (br.)
72’ Andrass Johansen 3-0

AB - B68 4-1 (3-0)
24' Teitur Debess Olsen 1-0
36' Marius Kryger Lindh 2-0
38' Erik McCue 3-0
61' Adian Liu 3-1
84' Bartal Skaalum Petersen 4-1

Skála - EB/Streymur 0-0

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (27 stig)
2. Víkingur (21 stig)
3. B36 (16 stig)
4. HB (15 stig)
5. EB/Streymur (14 stig)
6. 07 Vestur (9 stig)
7. NSÍ (9 stig)
8. AB (7 stig)
9. B68 (5 stig)
10. Skála (4 stig)

10. umfar

B68 - Víkingur (Ley 14. mai)
EB/Streymur (Ley 14. mai)
Skála - HB (Sun 15. mai)
07 Vestur - KÍ (Sun 15. mai)
NSÍ - AB (Sun 15. mai)

---

(Dagført kl. 19:53)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder