Tað er ongin ivi um, at uppgávan týsdagin verður nógv størri enn uppgávan í Luksemborg. Malmö FF er mest sigursvanda felagið í Svøríki og í løtuni liggur felagið nummar eitt í Allsvenskuni, fýra stig frammanfyri stokkhólmska liðið Djurgården.
Við atgongd til 2. umfar í Champions League tryggar KÍ sær minst ein play-off dyst. Harvið eru møguleikarnir fyri at røkka evropeiskum bólkaspæli enn betri.
Fyri at hyggja nærri at komandi mótstøðuliðnum hjá KÍ, hava vit fingið nøkur árstøl til vega.
1979 – Malmö FF kemur í finaluna í European Cup (Champions League í dag), men tapa akkurát á Nottingham Forest 0-1.
1985 – Roy Hodgson settur venjari hjá Malmö FF og vinnur svensku deildina fimm ár á rað.
2001 – Zlatan Ibrahimovic verður seldur frá Malmö FF til Ajax í Niðurlondum.
2009 – Nýggja stadion hjá Malmö FF, Swedbank Stadion, letur upp á fyrsta sinni.
2014 – Malmö FF kemur í bólkaspæl í Champions League.
2015 – Annað árið á rað kemur Malmö FF í bólkaspæl í Champions League.
2017 – Malmö FF vinna svensku landskappingina, Allsvenskan, fyri 20. ferð
2022 – Malmö FF vinnur svensku steypakappingina á 15. sinni, eftir brotssparkskapping móti Hammarby IF.
- (Kelda: mff.se)
Sostatt kann staðfestast, at uppgávan hjá KÍ týsdagin 23. juli verður ein av teimum heilt stóru. Av tí at talan er um sera stuttan túr, so kann tað væntast at fleiri KÍ viðhaldsfólk og føroyingar annars, fara til dystin. Portalurin fylgir gongdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald