Fótbóltur

KÍ svíkur ikki

KÍ heldur fram at vinna trygt, og AB flongdi NSÍ. Tíggjunda umfar varð avgreitt í gjár og í dag.

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2022-05-15 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tíggju umfør eru nú leikt í Betri deildini hjá monnum. KÍ hevur fulla úrtøku og stevnir ímóti meistaraheitinum annað árið á rað.

Klaksvíkingar vóru á vitjan í Vágum hjá 07 Vestur seinnapartin, og lótu ongan iva vera um, hvør var betra liðið. KÍ vann dystin 5-0, og hevur nú 30 stig.

Hjá teimum reyðu og svørtlittu úr Havn gongur illa. Aftur í dag megnaðu sigursvandu havnarmenninir ikki at fáa bóltin í netið hóast spælstýrandi meginpartin av dystinum. Dan í Soylu legði HB á odda tá ein lítil tími varð leiktur. Alt bendi á ein útisigur, men so fóru skálamenn at trýsta. Eitt trýst, sum endaði við, at Pætur Dam Jacobsen var síðsti maður á bóltinum í 77. minutti, og javnaði til 1-1.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri mál komu ikki og meðan skálafólk fegnaðust um ta eina stigið, má HB heim at sleikja sárini eftir eina keðiliga gongd seinastu vikurnar.

Sí eisini: Myndir: Fegnaðust um stig móti kreppurakta HB

Við Løkin høvdu vespurnar stórar trupulleikar av effektivum argjafrensum. Støðan í steðginum var 0-0, men seinni hálvleikur gjørdist málríkur, og tá 89 minuttir vóru leiktir legði Robbie Azodo AB á odda 3-0. Beinir Nolsøe kundi prýða eitt sindur um úrslitið í tíðini, sum dómarin legði afturat, men Jobin Drangastein, sum hevur funnið gaggurnar fram staðfesti sigurin og økti til 4-1 í síðsta álopinum í dystinum.

Trý góð stig til AB sum nú liggur á tíggjunda plássi við tíggju stigum.

Mikudagin verður aftur fótbólt í fremstu røð. Tá verða fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið avgreiddar.

Úrslit 10. umfar

B68 - Víkingur 0-6 (0-4)
9’ Sølvi Vatnhamar 0-1
16’ Sølvi Vatnhamar 0-2
18’ Gunnar Vatnhamar 0-3
29’ Olaf Bárðarson 0-4
62’ Olaf Bárðarson 0-5
88’ Sølvi Vatnhamar 0-6 (br.)

EB/Streymur - B36 1-5 (1-4)
7’ Elias Moustage 1-0
12’ Michal Przybylski 1-1
21’ Brian Jakobsen 1-2
24’ Michal Przybylski 1-3
43’ Andrass Johansen 1-4
83’ Uros Stojanov 1-5

Skála - HB 1-1 (0-0)
59’ Dan í Soylu 0-1
77’ Pætur Dam Jacobsen 1-1

07 Vestur - KÍ 0-6 (0-3)
10’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
28’ Jóannes Bjartalíð 0-2
37’ Mads Boe Mikkelsen 0-3
67’ Valerijs Sabala 0-4
83’ Jóannes Bjartalíð 0-5 (br.)
90’ Dávid Biskopstø Andreasen 0-6

NSÍ - AB 1-4 (0-0)
48’ Marius Kryger Lindh 0-1
73’ Agustín Marsico 0-2
89’ Robbie Azodo 0-3
90’ Beinir Nolsøe 1-3
90’ Jobin Drangastein 1-4

Stigatalva Betri deildin menn

1. KÍ (30 stig)
2. Víkingur (24 stig)
3. B36 (19 stig)
4. HB (16 stig)
5. EB/Streymur (14 stig)
6. AB (10 stig)
7. 07 Vestur (9 stig)
8. NSÍ (9 stig)
9. Skála (5 stig)
10. B68 (5 stig)


Fjórðingsfinalur

HB-AB (Mikudagin 18. mai)
B36-Víkingur (Mikudagin 18. mai)
KÍ-ÍF (Mikudagin 18. mai)
TB-07 Vestur (Mikudagin 18. mai)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder