Fótbóltur

KÍ tapti stórt

Meistararnir í fjør royndu seg í Champions League í gjár móti sveisisku meistarunum. Úrslitið gjørdist 6-0.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-19 08:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KÍ kvinnurnar eru í hesum døgum í Kýpros, har tær spæla undanbólkaspæl í Champions League. 

Fyrri dysturin varð leiktur í gjár móti sveisisku meistarunum FC Zürich Frauen í gjárkvøldið, og har var ikki nógv at gera hjá føroysku meistarunum.

KÍ tapti 6-0 og hálvleiksstøðan var 3-0.

Sunnudagin verður spælt aftur, og tá er meistaraliðið úr Litava, SFK Riga, mótstøðulið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder