Fótbóltur

KÍ tók oddasessin aftur

B36 varð sent heim við einum tapi; nýggjari felagsliðið í Eysturoynni var greitt omaná á Skála, og bjóðar framvegis av í oddastríðnum.

Sanna Svarvadal legði KÍ á odda móti B36 í dag
(Mynd: Norðlýsið)

Sanna Svarvadal legði KÍ á odda móti B36 í dag (Mynd: Norðlýsið)

2019-04-28 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. umfar í Betrideildini hjá kvinnum varð leikt tíðliga seinnapartin. HB, ið var oddalið undan umfarinum, sat yvir, meðan hini liðini spældu norðanfyri. 

Í Klaksvík avgjørdi heimaliðið dystin fyri steðgin. Tvey mál innan áleið 10 minutir tryggjaði KÍ trý stig. Klaksvíkskvinnur taka harvið oddasessin aftur frá HB, ið hevur ein dyst færri. 

Tá tey bæði felagsliðini í Eysturoynni hittust í Sarpugerði í steypakappingini 2. pásakadag endaði tað við javnleiki, og tað var fyrstu ferð, at greipuvinnarin frá í fjør ikki tapti.

Á Skála í dag var tó eingin ivi. ÍF/Víkingur/B68 var á odda 2-0, tá eitt korter varð leikt, og útiliðið koyrdi ein tryggan sigur heim. Liðið hevur bert tvey stig upp til KÍ, og hevur havt eitt gott kappingarár higartil.  

8. umfar:
KÍ - B36 2-0 (2-0)
1-0 13' Sanna Svarvadal
2-0 24' Eyðvør Klakstein

EBS/Skála - ÍF/Vík/B68 0-4 (0-3)
0-1 6'  Hanna Isaksen Højgaard
0-2 15' Jensa Tórolvsdóttir
0-3 37' Hanna Isaksen Højgaard
0-4 66' Rebekka J. Olsen

Støðan: 

1. 6 4 1 1 11-5 (+6) 13
2. ÍF/Víkingur/B68 6 3 2 1 12-5 (+7) 11
3. HB 5 3 1 1 15-5 (+10) 10
4. B36 6 2 0 4 5-12 (-7) 6
5. EBS/Skála 5 0 0 5 2-18 (-16) 0

(Talva: FSF)

Komandi umfar: 

8 18.05.19   ÍF/Víkingur/B68 B36 -
8 18.05.19   HB EBS/Skála -
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder