2022-10-29 17:21
Klaksvíkskvinnur vunnu seinnapartin steypafinaluna á HB 2-1, og eru sostatt greipuvinnarar 2022.
HB spældi annars væl, og við hepni kundu havnarkvinnur farið avstað við øllum. Men tað er KÍ, sum hevur verið støðugt alt kappingarárið og eisini vann FM, sum vann steypafinaluna hjá kvinnum.
Durita Hummeland og Tóra Mohr skoraðu málini hjá KÍ, og Lív Rúnadóttir skoraði fyri HB.
HB kv. - KÍ kv. 1-2 (1-1)
20’ Durita Hummeland 0-1
28’ Lív Rúnadóttir 1-1
56’ Tóra Mohr 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald