Fótbóltur

KÍ var omaná á fleiri økjum

Fyri fyrstu ferð í ár hevði KÍ bóltin meira í evropeiskum dysti. Heimaliðið hevði millum annað eisini fleiri skotroyndir og hornaspørk enn Slovan Bratislava. Hetta varð tó ikki gagnnýtt í gjárkvøldið.

Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagarnir vóru meira á bóltinum enn Slovan Bratislava. Yvirvág var eisini á øðrum økjum, men KÍ fekk ikki stig burturúr tí (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen og liðfelagarnir vóru meira á bóltinum enn Slovan Bratislava. Yvirvág var eisini á øðrum økjum, men KÍ fekk ikki stig burturúr tí (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-01 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ legði seg uppiborið á odda í 17. minutti á Tórsvølli í gjárkvøldið, og teir í bláum byrjaðu eisini seinna hálvleik væl betri enn Slovan Bratislava. Liðformaðurin hjá Juraj Kucka hevði javnað í 24. minutti, og ímóti leikgongdini legði royndi miðvallarin eisini útiliðið á odda 2-1, tá ein tími varð spældur.

Hetta var eftir heldur sløsut verjuspæl hjá KÍ: Gjøgnumbrot í vinstru og síðani kom eingin til Kucka sum beint innanfyri brotsteigin aftur skeyt bóltin væl framvið Nils Jonathan Johansson. Hetta lýsti kanska dystin væl: Slovan hevði meira skerpni í brotsteignum. Slovakisku meistararnir tóku av og avgreiddu álopsstøðrunar betri enn heimaliðið, ið hevði tørv á trimum stigum.

Sí eisini: Evropeiska vónin sløknaði

[object Object]
Slovenar kundu fegnast á Tórsvølli í gjár, meðan teir hjá KÍ iðraðu seg...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
KÍ megnaði ikki at svara aftur, hóast millum annað Sivert Gussiås hevði fleiri støður. Her hevur norski áleyaparin góða skotroynd, men málverjin hjá Slovan bjargaði hálvfluktaranum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Tíðliga í seinna hálvleiki burdi Páll Klettskarð stútað bóltin í málið hjá Slovan - Gussiås var eisini nær við at røkka bóltinum við aftaru stong (Mynd: Sverri Egholm)

Video: 
Jákup Biskopstø Andreasen: - Eftir málmøguleikum burdu vit kanska vunnið báðar dystirnar móti Slovan

Almennu hagtølini hjá UEFA, umframt hagtøl hjá øðrum síðum, vísa á ein tættan dyst á Tórsvølli, og at KÍ í roynd og veru var omaná á fleiri økjum. 

Hetta var evropeiski dystur nummar 13 hjá KÍ í 2023 og tann fyrsti, har liðið hjá Magna Hoseth hevði bóltin meira. Hetta hongur millum annað saman við broyttari leikskipan - tríggir á sentrala miðvøllinum heldur enn tveir - tað at KÍ var aftanfyri og/ella jagstraði góðan part av dystinum, undirlagi, dystarætlanum og eisini tí at føroyameistararnir á ymsan hátt høvdu gott tamarhald á spælinum.

56 prosent móti 44 hjá Slovan í "possesion" merkir eisini, at KÍ hevði væl fleiri alveringar, men teir í bláum raktu eisini væl betri viðleikararnar enn Bratislava (83 prosent av alveringunum í mun til 73 prosent) KÍ hevði eisini fleiri vandamikil álop/fleiri góðar støður, fleiri málroyndir, Slovan-málverjin noyddist at bjarga oftari, og so var munurin stórur í hornaspørkum (7-2).

[object Object]
Hagtølini hjá uefa.com

[object Object]

[object Object]Og hjá livescore-síðuni "Flashscore"

Video: 
Hoseth: Helt bara at vit vóru betri í kvøld
Mads Boe Mikkelsen: - Slovan skorar betri uppá sínar málmøguleikar

Alt hetta eru góð tøl, men til dømis manglaði góðska í nøkrum hornaspørkum og fríspørkum. Serliga góðskan og fóturin hjá Árna Frederiksberg vantaðu á seinasta triðinginum og so eisini skerpni sum heild: Tað eru tølini ovast - málini - ið telja, og Slovan var betri í brotsteigunum.

KÍ kann nú ikki longur koma víðari úr bólkinum. Í Lille 14. desember verða tó 3. plássið, meira peningur, fleiri styrkisstig og heiðurin at spæla fyri hjá Hoseth og hansara monnum. Teir skulu royna at seta seg upp til at seta eitt sterkt punktum fyri eitt flott evropeiskt ár.

[object Object]
Jóhan Josephsen kom á vøllin í 75. minutti. Ungi áleyparin stríddist fyrimyndarliga og kom til ein góðan møguleika (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Odmar Færø og sonurin Odmar takka fjepparunum...

[object Object]
...ið aftur vóru fantastiskir í gjár (Myndir: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

UEFA Europa Conference League, bólkur A
5. umfar, í gjár hósdagin 30/11: 

KÍ - Slovan Bratislava 1-2 (1-1)
17' Mads Boe Mikkelsen (Vegard Forren) 1-0
24' Juraj Kucka 1-1
62' Juraj Kucka 1-2

KÍ: 
Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic (75' Jóhan Josephsen), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick Da Silva - René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Mads Boe Mikkelsen (64' Claes Phillip Kronberg) - Sivert Gussiås, Páll Andrasson Klettskarð

Olimpija Ljubljana - LOSC Lille 0-2 (0-1)

Støðan í bólkinum undan síðsta umfari
1. LOSC Lille 11 stig *
2. Slovan Bratislava 10 stig *
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 3 stig

* Hesi bæði liðini koma víðari

6. umfar, 14. desember: 
LOSC Lille - 
Slovan Bratislava - Olimpija Ljubljana

Sí eisini samrøður eftir dystin:
Jákup Biskopstø Andreasen: - Eftir málmøguleikum burdu vit kanska vunnið báðar móti Slovan
Hoseth: Helt bara at vit vóru betri í kvøld
Mads Boe Mikkelsen: - Slovan skorar betri uppá sínar málmøguleikar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder