Meðan fyrstu konsertirnar vóru á Voxbotn, var ein týðandi dystur í oddinum í Betri deildini leiktur í Gundadali.
Klaksvíkingar vóru á vitjan á Tórsvølli, og tað eru eisini teir, sum fara glaðir norð aftur.
Altíð vandamikli Árni Frederiksberg skoraði bæði málini hjá KÍ beint fyri hálvleik, í 44. minutti. Stutt inn í seinna hálvleik økti KÍ til 2-0, og setti seg á dystin.
Tá ein góður tími var leiktur, minkaði Adrian Rúnason Justinussen um munin fyri HB til 2-1.
Fleiri mál komu ikki, og KÍ vann 2-1 móti HB og hevur sostatt krøkt havnarmenn av í FM-stríðnum. KÍ hevur vunnið seg upp á 40 stig, og HB hevur 25 stig.
Tað er enn ikki heilt sloppið hjá klaksvíkingum. Víkingur var á vitjan hjá runavíkingum við Løkin í kvøld og vann ruddiliga 3-1. Tískil eru enn seks stig á muni millum nummar eitt og tvey í deildini.
Úrslit
HB - KÍ 1-2 (0-1)
44’ Árni Frederiksberg 0-1
50’ Árni Frederiksberg 0-2
61’ Adrian Rúnason Justinsusen 2-1
NSÍ - Víkingur 1-3 (0-2)
17’ Sølvi Vatnhamar 0-1
38’ Gunnar Vatnhamar 0-2
88’ Sølvi Vatnhamar 0-3
90’ Beinir Nolsøe 1-3
EB/Streymur - Skála 1-0 (1-0)
5’ Jóhann Joensen 1-0
AB - B68 0-3 (0-0)
65’ Mohamed Samba
79’ Sebastian Lau Nielsen
84’ Sebastian Lau Nielsen
Í morgin
07 Vestur - B36 (Í morgin kl. 15:00)
Støðan Betri deildin menn
1. KÍ 40 stig
2. Víkingur 34 stig
3. HB 25 stig
4. EB/Streymur 20 stig
5. B36 19 stig
6. AB 16 stig
7. NSÍ 15 stig
8. 07 Vestur 12 stig
9. B68 11 stig
10. Skála 5 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald