Fótbóltur

KÍ-venjarin: - Vit møta sterkari mótstøðu í kvøld

Vit mugu vera til reiðar at taka av møguleikanum við skjótálopum, sigur venjarin hjá KÍ-kvinnunum, Jens Wedeborg. Í kvøld er FC Zürich Frauen mótstøðulið í Champions League.

Jens Wedelborg, høvuðsvenjari og Rúna Bjartalíð, hjálparvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens Wedelborg, høvuðsvenjari og Rúna Bjartalíð, hjálparvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-18 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jens Wedeborg hevur saman við venjaratoyminum, gjølla kannað mótstøðuna í dag, tá ið kvinnurnar hjá KÍ skulu møta FC Zürich Frauen í fyrsta dystinum í Champions League.

KÍ ferðalagið hevur havt tvær venjingar í Kypros, og hava tær vant seg við umstøðurnar í nógva hitanum, skrivar ki.fo.

Jens Wedeborg, høvuðsvenjari hjá KÍ kvinnum, sigur við heimasíðuna hjá KÍ, at uppgávan er stór, FC Zürich Frauen er eitt av fremstu liðunum í evropa, og hava tær ein greiðan favorittleiklut undan dystinum. 

- Vit kunnu vænta, at FC Zürich verður omaná, tá ið talan er um bóltyvirvág. Vit koma at liggja langt afturi á vøllinum, og har mugu allar, frá fremsta leikara, verja sum ein eind, tí hetta liðið, sum vit møta, er á hægri støðið enn hvat vit eru von við. Men vit síggja møguleikar í skjótálopum - og tá ið vit koma til tær støðurnar, so mugu vit vera til reiðar at taka av møguleikanum.

Spurdur um, hvat eitt gott úrslit er í dag, svarar Jens, at sjálvandi er ein sigur eitt gott úrslit, men vit mugu vera veruleikakend og viðurkenna at vit mugu hugsa um, at vit mugu halda teimum frá at skora nógv mál - men um alt vil væl til, so kunnu vit droyma um eitt hampuligt úrslit, tí hetta er eitt úrvalslið vit møta.

Dysturin verður leiktur í Nikosia í Kypros klokkan 19 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder