6. umfar Betrideildini er av. Tað hevur als ikki verið óahugavert í dag; trý mál komu í øllum dystunum, sum byrjaðu klokkan trý, og øll útiliðini sigraðu.
Í dystinum sum byrjaði í Gundadali klokkan 18.15, gjørdist talan um sanna málveistlu, tá HB vann á argjamonnum og í seinasta dystinum í dag vendi NSÍ dystinum móti ÍF, sum var uttan høvuðsvenjara.
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
'15 Simen Sandmæl 0-1
'80 Darius Lewis 0-2
'88 Jóannes Bjartalíð 0-3
Skála - EB/Streymur 1-2 (1-0)
'44 Jákup Johansen 1-0
'48 Steffan A. Løkin 1-1
'81 Niklas T. Kruse 1-2
TB - Víkingur 1-2 (0-0)
'49 Sølvi Vatnhamar 0-1
'52 Adeshina Lawal 0-2
'90 Stefan Radosavljevic 1-2
HB - AB 4-3 (2-1)
'14 Símun Samuelsen 1-0
'32 Bárður Olsen 1-1
'45 Magnus Egilsson 2-1
'46 Bjarki Nielsen 2-2
'50 Adrian Justinussen 3-2
'57 Filip í Liða 3-3
'72 Adrian Justinussen 4-3
NSÍ - ÍF 3-1 (0-1)
27' Jóhan Petersen 0-1
65' Oddur Højgaard 1-1
79' Búi Egilsson 2-1
94' Jann Benjaminsen 3-1
Úrslitini hava við sær, at KÍ yvirhálar B36 og Skála. Eitt gott mál uppá umstilling eftir eitt korter og tvey mál ímóti endanum av dystinum gjørdu, at klaksvíkingar fingu trý sera góð stig móti liðnum, ið hevði fult stigatal frammanundan. Tá EB/Streymur samstundis gjørdi bart ímóti Skála og vendi 0-1 til 2-1, so er KÍ nú tvey stig frammanfyri nærmastu liðini. B36 hevur tó leikt ein dyst færri.
Víkingur fekk ein ógvuliga týdningarmiklan og góðan sigur í Trongisvági, har TB annars ikki hevði tapt í ár. Í seinna dystinum í Gundadali leveraðu HB og AB við undirhaldi. HB kom á odda tríggar ferðir, har AB svaraði aftur, men tá Adrian Justinussen skoraði sítt seinna mál, megnaðu argjamenn ikki at svara aftur. Teitur Gestsson bjargaði brotssparkið, tá støðan var 3-2.
Í Runavík loypti ÍF hvøkk á í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki setti NSÍ tingini uppá pláss; innskiftingin av Búa Egilssyni gjørdist ógvuliga týdningarmikil. Runavíkingar eru nú á 4. plássi aftur.
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (14 stig)
2. Skála (12 stig)
3. B36 (12 stig) *
4. NSÍ (10 stig)
5. HB (9 stig)
6. TB (8 stig)
7.Víkingur (7 stig) *
8. EB/Streymur (6 stig)
9. AB (3 stig)
10. ÍF (1 stig)
*Ein dyst færri
Mánadagin, 2. Páskadag, eru fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypinum á skránni. 7. umfar í Betrideildini verður leikt næsta vikuskifti:
7 | 28.04.19 | HB | SKÁLA | - | |
7 | 28.04.19 | AB | Víkingur | - | |
7 | 28.04.19 | KÍ | TB | - | |
7 | 28.04.19 | NSÍ | B36 | - | |
7 | 29.04.19 | EB/Streymur | ÍF | - |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald