Hondbóltur

Kiel fyri knúsandi ósigri í Montpellier

Elias Ellefsen á Skipagøtu var ikki á dómaraseðlanum - dreymurin um Final Four er fánaður nógv eftir fyrru CL-fjórðingsfinalurnar í Fraklandi í gjár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-25 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Elias Ellefsen á Skipagøtu noyddist út við skaða í Berlin sunnudagin kann vísa seg at vera ein dyggur smeitur fyri THW Kiel. Føroyski spælskiparin var ikki við í sjálvum dystarhópinum í gjárkvøldið, hóast hann var við í ferðalagnum til Fraklands.

Orsakað av hendingini sunnudagin sat Elias og hugdi at á áskoðaraplássunum, meðan Montpellier setti Kiel uppá pláss. Týska stórfelagið hevur verið ógvuliga svingandi í ár, og í gjárkvøldið stóðu teir ikki mát við Montpellier, sum skjótt fekk eina leiðslu og spældi væl. 

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu á veg til Fraklands. Knæðið er tó ikki í nóg góðum standi enn (Mynd: THW Kiel)

Elias á Skipagøtu hevur verið ein lykil í álopsspælinum í fleiri Champions League-dystum í ár (toppskjútti og/ella dagsins spælari). Tískil manglaði hann í fyrru fjórðingsfinaluni, hóast tað var í verjupartinum, at Kiel hevði heilt stórar trupulleikar. 

Liðið alt 39 mál inn, og bjargingar manglaðu aftur frá málverjunum - hetta verður helst betri við Perez de Vargas næsta ár. Remi Desbonnet í hinum málinum stóð væl, og heimaliðið vísti onga náði. Tað endaði 39-30.

Syrgt varð fyri at leiðslan varð so stór sum møguligt, og Kiel hevur eitt risa stórt arbeiði fyri framman mikukvøldið 2. apríl á heimavølli. Tá skal Kiel vinna við minst níggju málum fyri at koma í hálvfinalurnar 

Spuringurin er so, um Elias Ellefsen á Skipagøtu kann spæla tann dystin. Sambært Kringvarpinum byrjar hann at venja ein av næstu døgunum, og Kiel hevur ikki Bundesliga-dyst um vikuskifti. Kringvarpið skrivar eisini, at tað er næstan púra vist, at Elias spælir HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia 8. mai og 12. mai.

Hetta veldst tó um, hvussu knæðið háttar sær næstu tíðina - tá føroyski lyklaspælarin fer at venja og helst spæla krevjandi dysti fyri Kiel í næstu viku.

Montpellier - THW Kiel 39-30 (20-16)
til ber at síggja tøl her - hæddarpunkt ovast

Seinni dysturin verður í Kiel mikudagin 2. apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder