Hondbóltur

KÍF kann spæla seg í hálvfinalurnar í kvøld

Kollfirðingar vitja á Skála, og ein javnleikur er nóg mikið til at tryggja 4. plássið. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-03-18 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan landsliðssteðginum - fyrst í hesum mánaðinum - fekk KÍF tvey frálík úrslit á heimavølli. Fyrst fingu kollfirðingar javnleik móti kappingarneytunum um fjórða plássið, eftir at Team Klaksvík hevði verið á odda við sjey málum einaferð í 2. hálvleiki. Tríggjar dagar seinni vann KÍF við seks málum á steypavinnarunum.

Hetta merkir, at KÍF í kvøld kann tryggja sær pláss í hálvfinalunum. Tað sum krevst, er í minsta lagi ein javnleikur á Skála, har botnliðið í kvøld tekur ímóti. KÍF hevur vunnið báðar dystirnar higartil í ár móti StÍF.

Fyrsta bríksl á vestara armi av Skálafjørðinum verður í kvøld klokkan 18.30.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder