Kappróður

KÍF kappróður á egnum beinum

KÍF og nýggja felagið KÍF kappróður skrivaðu í vikuni avtalu um, at kappróðrarparturin verður leysgivin úr KÍF.

Anja Weyhe, forkvinna í KÍF, og Bergur Robert Dam Jensen, formaður í KÍF kappróðri (Mynd: KÍF)

Anja Weyhe, forkvinna í KÍF, og Bergur Robert Dam Jensen, formaður í KÍF kappróðri (Mynd: KÍF)

2024-03-08 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Kollafirði hava tey seinastu árini arbeitt við at fáa gongd á kappróðurin í bygdini. Hetta hevur eydnast, og nú er tíðin komin, at KÍF kappróður verður eitt felag fyri seg.

- Stóra málið hevur verið at fáa neyðugu umstøðurnar inni í kappróðarneystinum uppá pláss. Hetta hevur eydnast til fulnar, tí í februar 2023 bleiv kappróðarneystið innvígt við nýtímans umstøðum. Ítrottarliga er manningartalið vaksið, og í 2022 komu sigrar og meistaraheitið aftur til bygdina.

- Fyri at røkka hesum hevur kappróðrarvirksemið virkað alsamt meira sjálvstøðugt. Í samráð við starvsnevndina í KÍF hevur verið arbeitt miðvíst at gera hetta til veruleika. Á aðalfundinum í fjør var full semja um, at tíðin var komin at geva starvsnevndini endaligu heimildina at avgreiða hesi viðurskiftir, sigur KÍF.

Sambært nýggja felagnum verður nevnt, at kappróðrarvirksemið ikki hevði verið tað sama, um kappróðurin sjálvur ikki hevði havt møguleika at taka avgerðir um egin viðurskifti.

Mikukvøldið 6. mars undirskrivaðu KÍF og nýggja felagið KÍF kappróður avtalu um, at kappróðarparturin verður leysgivin úr KÍF í egið ítrottarfelag, sum fer at hava navnið KÍF kappróður.

- Hetta kemur at gera tað møguligt hjá okkum øllum at leggja fulla orku í tað, vit brenna fyri, og vil tað uttan iva styrkja báðar partar. Hetta er framvegis tann góði felagsskapurin, har vit øll eru kollfirðingar. Bygdini og økinum at frama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder