Teir eru báðir kendir í hondbóltinum, annar í VÍF og hin í Kyndli. KÍF hevur kunngjørt nýggja venjaratoymi hjá besta hondbóltsliðnum hjá felagnum.
Tað verða teir báðir Agnar Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen, sum fara at standa á odda fyri besta liðnum.
Agnar Joensen er ikki fremmandur í felagnum. Hann hevur leikt eitt kappingarár við okkum, og gleðist hann um at vera aftur her. Hjalti Mohr Jacobsen er nýggjur í felagnum, og báðir gleða teir seg at fara í holt við uppgávuna.
KÍF endaði hetta kappingarárið á triðja plássi í grundspælinum, men reyk út í fjórðingsfinaluni móti Team Klaksvík. Kollfirðingar komu eisini í steypafinaluna, men taptu 25-23 móti hoyvíkingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald