Meðan vit herheima hava slept øllum koronutiltøkum, stríðast tey í Kina enn við at basa smittuni.
Ein avleiðing av hesum er, at Kina hevur uppgivið at skipað fyri Asian Cup-fótbóltsendaspælinum komandi ár. Tað boðar Asiatiska Fótbóltssambandið, AFC frá í dag.
Tá Kina í 2019 fekk uppgávuna at skipa fyri Asian Cup í 2023, byrjaðu fyrireikingarnar, og hava tey m.a. bygt ella umvælt fleiri fótbóltsvøllir, men tað hevur nú verið til fánýtis.
Eins og HM og EM í fótbólti verður Asian Cup hildið fjórða hvørt ár, og skuldu 24 asiatisk lið eftir ætlan hava spælt í tíggju kinesiskum býum í summar næsta ár.
Sambært Ritzau er ógreitt, hvør so skal vera vertur fyri endaspælinum í staðin, men tað verður kunngjørt seinni.
Tað er ikki bert Asian Cup, sum verður ávirkað av støðuni í Kina. Herfyri varð eisini boðað frá, at Asian Games, sum er at rokna sum OL bert fyri asiatisk lond, er flutt til næsta ár. Kina skuldi eftir ætlan eisini vera vertur fyri hesum.
Les eisini: Kina útsett stórt ítróttatiltak
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald