Hondbóltur

Kjartan heldur fram í Viking

Strandingurin hevur verið ein av lyklaleikarunum í føroyingafelagnum í Stavanger.

Kjartan Johansen í eldinum fyri Viking Stavenger 
(Mynd: Viking Håndbold)

Kjartan Johansen í eldinum fyri Viking Stavenger (Mynd: Viking Håndbold)

2019-03-20 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Viking Håndball boðar á sínari Facebook-síðu frá, at 22-ára gamli føroyski høgribakkurin heldur fram í felagnum. Hetta fegnast tey um í býnum í Rogalandi. Felagið skrivar, at Kjartan hevur verið ein av teimum mest týðandi leikarunum í júst farna kappingarárið, har Viking endaði nummar 7  - bert fá stig frá uppflytingarplássi. 

Kjartan er sjálvur vælnøgdur, eftir at sáttmálin er undirskrivaður: .

- Eg havi ment meg í tíðini í felagnum, og eg haldi, at eg kann gerast uppaftur betri her. Felagið hevur sum mál at fyta upp í Eliteserien, og tað gleði eg meg til at hjálpa við.

Lámi strandingurin hevur javnan skorað nógv mál í ár, og hann kann eisini røkja plássi sum vongur. Sambært venjaranum, Joar Gjerde, hevur Kjartan eisini ment seg sum verjuleikari, og hann er ógvuliga vælnøgdur við, at hava ein so umráðandi leikari tøkan aftur næsta ár: 
  
- Kjartan var ein av teimum bestu leikarunum hjá okkum í hesum kappingarárinum. Hann er góður at taka avgerðir á bakkinum, og hann hevur tikið seg fram hvat fjølbroytni í skotum viðvíkiur og eisini í verjustøðu sum 2'ari (at dekka á bakkinum). Hann er ein sera týðandi partur av liðnum, ið skal taka nýggj fet. 

Kjartan Johansen kom til Viking Stavanger seinasta summar. Har spælir hann saman við millum øðrum Jónasi G. Djurhuus og Helga Hoydal. Kjartan er, eins og hoyvíkingarnir báðir, úttikin til landsdystirnir ímóri Ukreina 10. og 13. apríl.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder