Seinasta umfar í bestu norsku deildini var á skránni í gjár. Frammanundan var greitt, at eitt av føroyingafeløgunum fór at enda við at hava eitt keðiligt kvøld.
Trý lið kappaðust um at sleppa undan upp- og niðurflytingardystum, men bert eitt trygt pláss var. Harímillum vóru Bækkelaget og Kristiansand.
Kristiansand var í torførastu støðuni áðrenn, men liðið vísti styrki og vann heldur óvæntað á útivølli móti Drammen. Hetta var millum annað Bjarna í Selvindi at takka: 21-ára gamli skálamaðurin skoraði 8 mál og legði upp til seks - í báðum pørtum var hann ovast á listanum hjá liðnum.
Helgi Hildarson Hoydal gjørdi sanniliga eisini sítt við at millum annað skora fimm mál av strikuni. Kristiansand vann 29-28 og hevði gjørt sítt; so varð bíðað eftir úrslitum aðrastaðni.
Bjarni í Selvindi hevur verið flúgvandi seinastu tíðina og millum annað á mánaðarliðnum fyri mars (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Helgi Hildarson Hoydal skoraði fimm mál í gjárkvøldið. Eins og Bjarni í Selvindi skal hann allarhelst spæla aðrastaðni næsta ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kappingarneytin Fjellhamar tapti, men Kjartan Johansen og Bækkelaget gjørdu sítt. 27-ára gamli strandingurin vísti vegin fyri Oslo-felagið. Lámi bakkurin skoraði 8 mál - næstflest - og legði upp til fimm mál í 38-29 sigrinum á Bergen.
Harvið endar Bækkelaget fjórðaftast og beint omanfyri liðini, sum skulu spæla Play-off dystir. Hetta var harvið seinasti dystur hjá Kjartani Johansen í gulum og bláum. Føroyski landsliðsspælarin er ein av teimum, sum fer víðari í summar.
Bækkelaget hevur alment takkað Kjartani Johansen og øðrum fyri íkasti - bakkurin takkaði eisini veruliga fyri seg (Mynd: Bækkelaget)
Tað fara Bjarni í Selvindi og Helgi Hildarson Hoydal heldur ikki, men teir hava fyrst upp- og niðurflytingardystir móti triðfremsta liðnum úr næstbestu deildini.
Tað veðrur í næstum, at Bjarni og Helgi spæla sínar seinastu dystir í Kristiansand- Tróndur Mikkelsen hevur sáttmála við felagið fyri næsta ár eisini. Havnarmaðurin er framvegis skaðadarvaður men verður helst til reiðar seinni í mánaðinum.
Nicholas Satchwell hevur í ár spælt við Viking TIF, ið endaði greitt aftast í deildini. Føroyski landsliðsmálverjin spælir helst aðrastaðni næsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald