Hondbóltur

Kjartan vil millum annað møta Íslandi

Og ynski er eisini at fáa Luksemborg, ið Føroyar annars taptu ímóti í 2022. Lutakastið til EM-undankappingina verður hósdagin seinnapartin, og føroysku menninir eru í góðari støðu.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2024-03-19 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku vandi føroyska A-landsliðið saman í Føroyum, í samband við at altjóða landsliðsvika var. Hetta var kærkomin fyrireikingartíð til HM-play off dystirnar móti Norðurmakedónia í mai.

12. mai verður greitt, hvørt Føroyar skulu við til HM-endaspælið í januar. Líkamikið um tað eydnast ella ikki, so skulu føroyingar í gongd við EM-undankappingina í heyst.

Les eisini: EM-lutakastið er skjótt á skránni

Sí eisini: Myndir: Føroysku stjørnurnar fyrireika seg í Føroyum

Lutakastið til hesa undankappingina verður nú hósdagin 21. mars klokkan 15.30 føroyska tíð. Tað verður á Clarion gistingarhúsinum beint við flogvøllinum í Kastrup. Keypmannahavn verður ein av EM-vertsbýunum í januar 2026.

Møguleikin fyri at Føroyar verða við har, er á pappírinum góður; føroyska manslandsliðið hevur í roynd og veru ongantíð áður verið í so góðari støðu áðrenn eitt lutakast. Orsakað av góðu úrslitunum seinastu árini, er liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen í næstovasta styrkisbólki og skal harvið bert møta einum øðrum topp-tjúgu liðið í undankappingini.

Kjartan Johansen ynskir, at hetta verður Ísland. Portalurin hevur spurt strandingin, ið hevur spælt tríggjar slíkar EM-undankappingar, um lutakastið. Kjartan sigur, at Ísland kanska er ynskimótsstøðan út styrkisbólki 1, har teir annars ikki meta nakað lið vera nakað serliga veikari enn nakað annað. Ísland er stuttligt, tí tað er ein granni, og eisini áhugavert tí Føroyar spældu upp ímóti liðnum í Íslandi í oktober, har munurin bert var eitt mál.

Úr styrkisbólki 3 er Slovakia ynskimótstøðan hjá 27-ára gamla strandinginum. Kjartan sigur, at har skulu Føroyar helst sleppa undan Sveis og Rumenia.

Føroyar taptu móti Luksemborg í HM-undankappingardysti í Føroyum 2022, men tað var ein heilt ringt kvøld hjá liðnum í fyrsta dystinum hjá Bredsdorff, og Føroyar hava ment seg nógv síðani. Kjartan Johansen peikar á Luksemborg úr niðasta potti.

Ynskibólkurin hjá Kjartani Johansen til EM-undankappingina: 
Ísland
Føroyar
Slovakia
Luksemborg

Styrkisbólkarnir:

Styrkisbólkur 1:
Týskland
Spania
Ungarn
Ísland
Kroatia
Slovenia
Portugal 
Niðurlond 

Styrkisbólkur 2: 
Eysturíki 
Montenegro
Serbia
Pólland 
Kekkia
Norðurmakedónia
Føroyar - nummar 20 í Evropa
Grikkaland

Styrkisbólkur 3: 
Bosnia & Hersegovina
Slovakia
Belgia
Sveis
Rumenia
Litava 
Ukraina 
Italia

Styrkisbólkur 4: 
Finnland
Ísrael 
Estland
Georgia
Turkaland
Luksemborg
Kosovo 
Lettland

Eitt lið úr hvørjum styrkisbólki verður í hvørjum undankappingarbólki. Tvey lið úr hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, umframt fýra teir bestu trý'ararnir, og tveir teir fyrstu dystirnir í kappingini verða spældir í heyst. Samanlagt eru seks undankappingardystir á skránni - ein heima og ein úti móti øllum liðunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder