Fótbóltur

Klæmint og Jóan Símun fremstir

Landsliðsvenjararnir, Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í UEFA Nations League dystinum móti Litava.

Jóan Símun Edmundsson (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Jóan Símun Edmundsson (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-09-22 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan í UEFA Nations League dystinum móti Litava, sum verður spældur á LFF Stadion í Vilnius.

Gunnar Nielsen verður í mál, og føroysku verjuna manna Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham og Viljormur Davidsen, sum eisini er liðskipari. Á miðvøllinum verða Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen, Rene Shaki Joensen og Meinhard Olsen, og fremstu menn verða Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

[object Object]

Á bonkinum frá byrjan verða Teitur Gestsson, Mattias Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Mads Boe Mikkelsen, Patrik Johannesen og Pætur Petersen.

Dysturin á LFF Stadion verður floytaður í gongd klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Litava.

Litaviska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tað er ókeypis atgongd til dystin. Tað er tískil ilt at meta um, hvussu nógvir áskoðarar tilsamans verða kring vøllin. Í øllum føri verða næstan 100 føroyskir fjepparar á stadion, sum hevur umleið 5.100 sitipláss.

Kringvarpið sjónvarpar dystin beinleiðis og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder