Breiðablik var aftanfyri 1-0 í steðginum, tá FH vitjaði í fjórðingsfinaluni í íslendsku steypakappingini í gjárkvøldið. So kom Klæmint Andrasson Olsen á vøllin.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Klæmint, og beint sum yvirtíðin byrjaði, legði David Ingvarsson Breiðablik á odda. Yvirtíðin var long, FH fekk eitt reytt kort, og í 98. minutti økti Klæmint Olsen til 3-1.
Harvið varð "føroyska innskiftingin" hjá Breiðablik avgerandi, og Breiðablik skal spæla í hálvfinalunum.
Tað skal Víkingur Reykjavík, sum Breiðablik kappast við meistaraheitið um, eisini. Høvuðsstaðarfelagið vann 2-1 á útivølli móti Thor Akureyri úr næstbestu deildini í gjárkvøldið. Hetta var triði dysturin á rað, at Gunnar Vatnhamar ikki var við. Leirvíkingurin er darvaður av skaða, men hann varð úttikin til A-landsliðið í gjár, og verður tískil allarhelst tøkur um ellivu dagar á Tórsvølli.
Klæmint Andrasson Olsen verður allarhelst eisini á vøllinum tá. Við málunum í gjár hevur 32-ára gamli rituvíkingurin skorað seks mál í tíggju kappingardystum fyri Breiðablik - helmingin av málunum hevur Klæmint skorað í júst steypakappingini.
Í kvøld kann tað gerast veruleiki, at ein triðji føroyingur kemur í hálvfinaluna: Pætur Petersen og KA Akureyri taka í kvøld ímóti Grundavík úr næstbestu deildini. Pætur hevur verið á vøllinum í so at siga hvørjum dysti, men hevur ikk spælt so nógv í seinastuni. Skálvíkingurin varð ikki úttikin til A-landsliðið í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald