Fótbóltur

Klæmint skoraði í Champions League stórsigri

Hetta var áttanda evropeiska málið hjá manninum úr Rituvík, sum saman við Breiðablik vann 7-1 á Tre Penne. Íslendsku meistararnir spæla fríggjakvøldið finalu í undanumfarinum.

Klæmint fegnast um eitt av sínum málum, tá hann skoraði hattrikk fyri NSÍ í Europa League-stórsigri í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint fegnast um eitt av sínum málum, tá hann skoraði hattrikk fyri NSÍ í Europa League-stórsigri í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-28 07:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Breiðablik er í undanumfarinum í Champions League, har fýra lið vóru frá byrjan. Eitt lið kemur víðari til 1. umfar, har Shamrock Rovers úr Írlandi bíðar.

Í gjárkvøldið komu íslendsku meistararnir lætlliga víðari til finaluna í undanumfarinum. Hetta gjørdu teir við stórsigri á Tre Penne úr San Marino á vøllinum í Kópavági. Breiðablik fekk heimavøll til hetta umfarið og kann spæla seg víðari við sigri á Buducnost Podgoricia, ið er meistaraliðið í Montenegro, fríggjakvøldið. Breiðablik er favorittur til tí uppgerðina.

Tað var liðið hjá Klæminti Andrasson Olsen eisini í gjár. Royndi áleyparin úr Rituvík byrjaði inni, spældi 62 minuttir og skoraði eitt mál á Kópavogsvøllinum. Hetta var til 3-1 í yvirtíðini í fyrra hálvleiki. Málið var rímiliga týdningarmikið, tí tað kom tá. Tre Penne hevði minkað um munin, tá hálvur tími var spældur. Klæmint var fyrstur á bóltinum, eftir at viðleikari hevði rakt stongina. Ein góð temjing og síðani smekkaði føroyingurin bóltin í netið við vinstra beininum.

Málið til 3-1 sæst á leinkjuni her - í ikki serliga góðari góðsku

[object Object]
Klæmint Olsen spældi 90 minuttir í 3-1 tapinum fyri Albania á Tórsvølli, tá hann fekk lítið burturúr. Eina viku seinni var hann aftur á máltalvuni fyri Breiðablik -  fjórða málið í fýra dystum fyri íslendska liðið í juni (Mynd: Sverri Egholm)

32-ára gamli rituvíkingurin var eisini við í fyrsta málinum hjá Breiðablik, tá hann legði væl av/innum til mannin, sum legði upp. Klæmint Andrasson Olsen hevur nú skorað átta mál í 24 evropeiskum dystum. Harvið er talan um mál í triðja hvørjum dysti - áleyparin hevur tó tvey hattrikk fyri NSÍ á Svangaskarði. Hann hevur skorað fýra mál fyri Breiðablik í hesum mánaðinum

Klæmint og liðfelagarnir spæla um pláss í 1. umfari fríggjakvøldið klokkan 20, tá Buducnost vitjar í Kópavági. HB vann samanlagt 6-0 á liðnum úr Montenegro í 2021. Hesa ferð er talan um ein avgerandi dyst. Um Breiðablik kemur víðari nú, men síðani fer út móti Shamrock - sum er tað mest sannleika - so skulu íslendsku meistararnir helst spæla móti føroyameistarunum, KÍ, í Conference League

Les eisini: Áhugaverdir møguleikar í 2.umfari í Conference League

Tøl:Faroe Soccer, Flashscore og UEFA - rættað 07.29

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder