Fótbóltur

Klæmint úr Rituvík millum Ronaldo, Messi og aðrar góðar menn

Á fínum lista yvir leikarar, sum hava skorað flest mál fyri eitt felag í 21. øld er Klæmint Andrasson Olsen. Nummar eitt liggur Lionel Messi.

Í 2020 skoraði Klæmint Andrasson Olsen fyri NSÍ (Savnsmynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Í 2020 skoraði Klæmint Andrasson Olsen fyri NSÍ (Savnsmynd: Hjalmar Jóhan Juul)

2022-08-24 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Lionel Messi, Christiano Ronaldo, Robert Lewandowski, Karim Benzema.

Alt kend nøvn í fótbóltsheiminum, og sum eru á topp 4 fyri mest skorandi leikarar fyri eitt felag. Men ein sum eisini er á fína listanum, er Klæmint Andrasson Olsen.

Hann liggur við sínum 257 málum fyri NSÍ nummar sjey á listanum. Bara trý mál eru upp til Sergio Aguero, sum hevur skorað 260 mál fyri Manchester City.

Listin sær soleiðis út:

11. Maksim Gruznov (Estland)
Felag: Trans Narva | Mál: 218

10. Francesco Totti (Italia)
Felag: AS Roma | Mál: 244

9. Harry Kane (England)
Felag: Tottenham Hotspur | Mál: 250

8. Wayne Rooney (England)
Felag: Manchester United | Mál: 253

7. Klæmint Olsen (Føroyar)
Felag: NSÍ | Mál: 257

6. Sergio Aguero (Argentina)
Felag: Manchester City | Mál: 260

5. Bader Al-Mutawa (Kuvait)
Felag: Al Qadsia | Mál: 282

4. Karim Benzema (Frakland)
Felag: Real Madrid | Mál: 325

3. Robert Lewandowski (Poland)
Felag: Bayern Munich | Mál: 344

2. Cristiano Ronaldo (Portugal)
Felag: Real Madrid | Mál: 450

1. Lionel Messi (Argentina)
Felag: Barcelona | Mál: 672


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder