Føroyski landsliðsframherjin, Klæmint A. Olsen, verður eftir øllum at døma leigaður út til íslendska felagið Breiðablik í Kópavogi komandi kappingarár.
Tað veit íslendski fótbóltsmiðilin fotbolti.net at siga. Fotbolti.net veit at siga, at 32 ára gamli Klæmint Andrasson Olsen í næstum verður kunngjørdur sum nýggjur leikari hjá Breiðabliki, sum frammanundan hevur ein føroyskan áleypara, Patrick Johannesen, í hópinum.
Klæming Olsen hevur higartil bert umboða barndómsfelagið NSÍ, men eftir at felagið flutti niður í ár, hava søgur gingið um hvar Klæmint mann fara at spæla komandi kappingarár, tí Håkan Ericsson hevur gjørt greitt, at Klæmint neyvan verður úttikin í landsliðshópi, um hann spælir í næstbestu deildini í Føroyum.
Klæming hevur skorað 242 mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini fyri NSÍ, og 10 mál fyri landsliðið í 54 landsdystum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald