Fótbóltur

Klaksvíkskvinnur leggja seg á fyrsta pláss

FM-favorittarnir eru nú einsamallar á odda í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum.

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2023-04-23 23:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fýra dystir eru leiktir um vikuskiftið í bestu fótbóltsdeildini hjá kvinnum, og FM favorittarnir liggja nú einsamallar á fyrsta plássi við fullari úrtøku eftir trý umfør.

Ein dystur varð leiktur í gjár, tá 07 Vestur tók ímóti felagsliðnum úr Suðuroynni. Og við 3-0 sigri hava vágakvinnur fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið við seks stigum eftir tríggjar dystir.

HB leikti sín fyrsta dyst í dag. Tað gjørdu tær reyðu og svørt-klæddu í Runavík ímóti NSÍ, sum undan hesum umfarinum hevði fulla úrtøku. Runavíkskvinnur løgdu seg á odda eftir 12 minuttir, men í seinna hálvleiki javnaði HB til 1-1 eftir brotsspark.

Í Gundadali var eingin ivi. EBS/Skála var á vitjan hjá B36, og tær hvítu vunnu heili 4-0.

FM-favorittarnir KÍ vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði, og hóast tær bláu komu afturum 1-0 longu í fyrsta minutti reistust tær av álvara, og vunnu 5-1.

KÍ hevur nú níggju stig og liggur á fyrsta plássi. NSÍ misti í FM-stríðnum, og liggur nú á øðrum plássi við 7 stigum.

Úrslit í 5. umfari (3. umfar)

07 Vestur - TB/FCS/Royn 3-0 (2-0)
30' Mona Sunnuvudóttir Poulsen 1-0
34' Eir Randrup 2-0
65' Evelin Da Silva Mastropasqua 3-0

NSÍ - HB 1-1 (1-0)
12' Mirjam Huneck 1-0
66' Elin Maria Isaksen 1-1 brotsspark

Víkingur - KÍ 1-5 (1-2)
1' Mona Rasmudóttir 1-0
20' Tóra Mohr 1-1
33' Tóra Mohr 1-2
72' Tóra Mohr 1-3
74' Eyðvør Klakstein 1-4
79' Durita Hummeland 1-5

B36 - EBS/Skála 4-0 (2-0)
6' Olga Kristina Hansen 1-0
10' Elsa Splidt Jacobsen 2-0
54' Elsa Splidt Jacobsen 3-0
75' Livyan Kétille Borges Silva 4-0

Støðan Betri deildin kvinnur

1. KÍ 9 stig (3 dystir)
2. NSÍ 7 stig (3 dystir)
3. 07 Vestur 6 stig (3 dystir)
4. B36 4 stig (3 dystir)
5. HB 1 stig (1 dystur)
6. Víkingur 1 stig (2 dystir)
7. EBS/Skála 0 stig (2 dystir)
8. TB/FCS/Royn 0 stig (3 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder