Fótbóltur

Klárar at møta norðurírum

Í morgin seinnapartin seta kvinnurnar á A-landsliðnum hol á landsliðárið 2022. Kvinnulandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Spania.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2022-02-16 22:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

A-landsliðið við kvinnum fer í morgin á vøllin til fyrsta landsdystin í ár. Tað verður í vinardysti á Marbella Football Center og mótstøðuliðið er Norðurírland.

Norðurírar fyrireika seg til EM-endaspælið í Englandi í summar, og seinast liðini hittust var í EM undankappingardysti fyri einum góðum ári síðan. Tá endaði tað við 5-1 sigri til Norðurírland, hóast Føroyar við máli frá Jensu Tórolvsdóttir komu á odda frá byrjan í dystinum.

Í morgin er talan um vinardyst og dysturin er partur av venjingarlegu hjá kvinnulandsliðnum. Umframt dystin í morgin, spæla kvinnurnar eisini móti Gibraltar, tað verður á Victoria Stadium í Gibraltar sunnudagin 20. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder