Annað

Klárar tú 200? - Svimjisambandið vil betra um svimjiførleikan í Føroyum

At duga at svimja hevur stóran týdning í einum landi sum okkara. Bæði fyri heilsuna og fyri at kunna lívbjarga sær í vandastøðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fríggjamorgunin var tann fyrsti at klára avbjóðingina.

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

2021-12-06 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svimjisamband Føroya fer nú undir eitt átak til at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at kanna, um teir klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól.

Ein serlig nál er gjørd til tey sum prógva hetta, og var sjálvur Løgmaður hin fyrsti at gera tað. Hetta hendi í Svimjihøllini í Gundadali fríggjamorgunin 3. desember, har formaðurin í SSF var eftirlitsfólk. Løgmaður kláraði tað eftir bókini, og var tí fyrstur at fáa serligu nálina sum SSF hevur fingið framleitt til endamálið, skrivar Svimjisamband Føroya í tíðindaskrivi.

– Mær dámar væl, at svimjisambandið varpar ljós á svimjiførleika, og tí vil eg fegin stuðla teimum. At duga at svimja hevur stóran týdning í einum landi sum okkara. Bæði fyri heilsuna og fyri at kunna lívbjarga sær í vandastøðum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður um átakið.

Og tað er júst tað, sum endamálið hjá Svimjisambandinum er.

– Endamálið hjá okkum í Svimjisambandinum er júst hetta, sum Løgmaður sigur, at varpa ljós á svimjiførleikan hjá føroyingum, og á týdningin av at kunna svimja ein ávísan tein, til betri at kunna lívbjarga sær úr møguligari vandastøðu. Vit vita tíverri, at støðan er ikki góð við svimjiførleika í Føroyum, har tey í 2018 vóru bara 44% sum hildu seg klára at svimja 200 metrar, tá ið vit spurdu allar næmingar í fimta flokki, umframt føroyingar 16 ár og eldri við Gallup-kanning.  Og, vandin er har - Í Gallup-kanningini søgdu 20% seg hava verið í vanda fyri at drukna, onkuntíð, sigur Svimjisambandið.

– Átakið nú kann vónandi verða eitt amboð til at betra um hetta, har hugsanin er, at fólk gjarna árliga kanna sín svimjiførleika, afturfyri at kunna ogna sær hesa nál frá Svimjisambandi Føroya, og tá eisini gjarna geva okkum nakrar grundleggjandi upplýsingar sum bústað, kyn og aldur, til hagtølini.

Átakið er longu byrjað, og ætlanin er at koma so nógv út sum tíð og orka røkkur til, havandi í huga at tey í Svimjisambandinum eru sjálvboðin fólk.

– Tað verður sikkurt trupult at røkka út allastaðni, men ætla vit at geva tí ein erligan kjans restina av 2021 og sikkurt eitt petti inn í 2022 eisini.

Í ár er nálin, sum Svimjisambandið hevur fingið framleitt til endamálið, ókeypis, vegna hollan stuðul frá SMS, og tí at tað er fyrstu ferð. Svimjisambandið sigur, at har burdu verið ríkiligt av nálum til umfarið nú, og verður tað so tikið upp til eftirfylgjandi støðutakan í SSF, um haldast skal fram við nál til eisini í 2022.

Áhugaði kunnu fylgja við á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum ella á sosialu miðlunum Facebook og Instagram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder