Fótbóltur

Klassikari og botnbrak

Umframt stórdyst í Gundadali og umráðandi dyst í stríðnum í botninum á Argjum, vitjar NSÍ á Eiði.

HB og KÍ skulu dystast um virðismikil stig í oddinum (Mynd: Sverri Egholm)

HB og KÍ skulu dystast um virðismikil stig í oddinum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-19 11:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 10. umfari, og harvið 2. triðinginum, av Betrideildini vórðu leiktir fríggjadagin. Har vann B36 týðandi dyst á Skála, og Víkingur greiddi sína skyldu móti grannunum í Fuglafirði. Harvið er B36 á 2. plássi og Víkingur nummar trý undan dagsins dystum, har nógv er uppá spæl.

Fríggjadagin 17/5: 

Skála - B36 1-2 (1-1)
26' Niels Pauli Danielsen 1-0 
28' Benjamin Heinesen 1-1
69' Brian Jakobsen 1-2

ÍF - Víkingur 0-4 (0-3) 
19' Gunnar Vatnhamar 0-1
22' Sjálvmál 0-2
25' Andreas Lava Olsen 0-3
64' Filip Djordjevic 0-4

10. umfar: Sunnudagin (19/5): 
15.00: HB - KÍ
           EB/Streymur - NSÍ 

17.00: AB - TB

Nógv eygu verða vend ímóti ovara vølli í Gundadali klokkan 15.00, tá HB og KÍ bresta saman til triðja klassikaran í ár. Í 1. umfari í Betrideildini og í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini gjørdist talan um ógvuliga tættar dystir, ið eisini báðir endaði við javnleiki. Dystirnir vóru merktir av taktiska spælinum, serliga tann fyrri í Klaksvík, og av nógvum intensiteti - serliga tann í Gundadali fyri ellivu døgum síðani. 

KÍ hevur góð upplivilsi í Gundadali í ár. Umframt útivallarmálið, og harvið góða útgangsstøði í steypakappingini móti HB, so vann KÍ 3-0 á B36 í 6. umfari í Betrideildini og sendi steypavinnararnir út úr fjórðingsfinaluni í ársins steypakapping. Liðið hjá Mikkjal Thomasen er eisini oddalið við heili 23 stigum; bert fimm mál eru farin ígjøgnum fyrsta triðingin, og KÍ skorar ikki fá mál. Eitt stórt minus hjá KÍ í dag er, at norski miðvallarin Simen Sandmæl, ið skoraði í hálvfinaluni, er leikbannaður eftir reyða kortið, sum hann fekk á Skála mánadagin.

HB er við at finna aftur á rætta lagið eftir eina trilvandi byrjan uppá kappingarárið. Síðani Tróndur Jensen er komin aftur eftir skaðan, hevur spælið hjá føroyamiestarunum koyrt betri, og HB tykist at hava reist seg væl eftir ósigurin fyri Skála í Gundadali fyri trimum vikum síðani. Heimir Guðjónsson og hansara menn skulu hava trý stig í dag fyri at nærkast KÍ og fyri at gera oddastríðið uppaftur meira spennnandi. Um KÍ megnar at fáa fult, so er HB heilt afturúrsligt í stríðnum um FM. Tí er dysturin í dag sera týdningarmikil; B36 og Víkingur hava lagt trýst á, og tað verður helst aftur sera tætt og inntenst millum arvafíggindarnar.

NSÍ er favorittur á Eiði, men EB/Streymur vísti í Sarpugerði mánakvøldið, at liðið kann arga oddaliðini. Eftir sera hart og gott arbeiði tók liðið hjá Jákupi Martin Joensen eitt stig móti Víkingi. NSÍ er tó í einum góðum stima, og trý stig vildu merkt, at runavíkingar yvirhála B36 og Víkingur aftur og kanska um munin til KÍ, ið hevur trupla uppgávu. NSÍ vann 1-0, tá liðini hittust við Løkin í 1. umfari. 

Á Argjum skal AB royna at fáa stig fyri fyrstu ferð síðani 2. umfar. Argjamenn tevja helst møguleikan í dag; leikarar eru á veg aftur, og TB hevur havt trupulleikar seinastu dystirnar. Tvørámenn hava tó tiltuskað sær 8 stig í ár og vunnu á júst AB á fyrsta leikdegnum í ár. Hetta verður helst ein dystur, har tað verður stríðst til seinasta blóðsdropa; talan er um sera umráðandi stig, sum eru uppá spæl í botnstríðnum, og serliga hjá AB er tað nógv uppá spæl. Hjá TB kemur tað sera illa við, at besti leikari teirra higartil í ár, Stefan Radosavljevic, hevur leikbann. Poul Ingason er eisini framvegis skaddur. 

Vit dagføra beinleiðis frá dystunum á forsíðu okkara. Til ber at síggja so skjótt sum eitt mál kemur. Televarpið hevur dystirnar tøkar við Stórapakka + ella við gjaldið fyri einstøku dystirnar. 

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (23 stig) 
2. B36 (21 stig)*
3. Víkingur (20 stig)* 
4. NSÍ (19 stig)
5. Skála (15 stig)*
6. HB (15 stig) 
7. TB (8 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. ÍF (4 stig) *
10. AB (3 stig) 

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder