4-1. Hetta stóð á stóru máltalvuni í Gundadali sunnudagin, eftir at HB og KÍ høvdu spælt klassikara nummar tvey í landskappingini í ár. Undan hesum dystinum hevði KÍ ikki tapt nakran dyst í 2019, og HB hevði havt ein heldur trilvandi fyrsta triðing. Men nú tykist tað sum um, at føroyameistararnir veruliga eru komnir í gongd, og í uppgerðini sunnudagin var HB omaná. Tróndur Jensen er komin aftur á miðvøllin, og hetta hevur hjálpt spælinum hjá HB nógv.
KÍ fekk virðismikið útivallarmál í fyrru hálvfinaluni, ið var fyri tveimum vikum síðani í Gundadali. Tá var tað normaðurin Simen Sandmæl, ið legði KÍ á odda. Hann var ikki við sunnudagin vegna leikbann, og KÍ saknaði ein av profilunum í føroyskum fótbólti fyrsta partin av árinum. Í kvøld er hann við aftur, tá klaksvíkingar skulu royna at løna HB aftur og vinna á liðnum hjá Heimiri Guðjónssyni fyri fyrstu ferð í seks dystum. Síðani KÍ vann 3-0 í 1. umfari í Betrideildini í fjør, hevur liðið hjá Mikkjali Thomassen tapt tríggjar ferðir móti HB, og tvær ferð er endað við javnleiki.
Klaksvíkingar hava havt eitt gott kappingarár; í landskappingini er KÍ oddalið og í fjórðingsfinaluni stríddi liðið seg aftur móti steypavinnarunum í Gundadali. Dysturin í kvøld hevur á pappírinum alt tað, sum ein kann ynskja, at ein seinna hálvfinala skal hava: Tað er tætt eftir fyrsta dystin, bæði liðini hava góðsku og kunnu spæla við ferð og inntensiteti: tað eru søgurík og nógv vinnandi feløg, talan er um arvafíggindar, nógv fólk verða til dystin, og bæði liðini vilja gera alt fyri at vinna.
Seinastu fimm árini hevur HB tapt tvær finalur í seinastu løtu (2014 og 2018) Millum hetta vann KÍ Løgmanssteypið, og talan er um einasta steyp, ið klaskvíkingar hava vunnið í hesari øldini. HB hevur vunnið steypakappingina næstan óteljandi ferðir, men ikki síðani 2004 hava teir í svørtum og reyðum lyft steypið. Tí er talan um tvey svong lið, ið fara á vøllin við Djúpumýru í kvøld.
Petur Reinert dømir seinnu hálvfinaluna, ið byrjar klokkan 18.00. Vit hava beinleiðis dagføring og myndir frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald