2019-04-23 19:36
Lutakastið til hálvfinalurnar í í kappingini um Løgmanssteypið hevur júst verið. Tað háttaði seg soleiðis:
HB - KÍ
Skála - Vìkingur
(Liðið sum stendur frammanfyri hevur heimavøll fyrst)
Seinast arvafíggindarnir hittust í steypafinaluni var í fjórðingsfinaluni í 2013, har HB vann 5-3 eftir longda leiktíð í Djúpumýru. HB var í finaluni í fjør, og KÍ vann hana í 2016. Í júst 2016 hittust Víkingur og Skála í hálvfinaluni, har steypaliðið Víkingur akkurat megnaði at koppa teimum appelsinlittu.
Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 8. og 9. mai, og tær seinnu verða 22. og 23. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald