Annað

Klintrisamband Føroya er nýtt menningarsamband í ÍSF

Føroyingurin hevur langa søgu við klintring í bjørgum, fjøllum og skorðum. Klintring er ímillum tær mest vaksandi ítróttargreinar í vesturheiminum.

Í løtuni er bert eitt klintrifelag í Føroyum. Tað er Havnar Klintrifelag, sum hevur hølir niðri á “Bacalao” á vestaru bryggju. Fólk uttanum Havnina eru eisini limir. Nevndin í Klintrisamband Føroya sæst her – Fv. Theodor Kapnas, Absalon Eysturoy og Rógvi Laksáfoss

Í løtuni er bert eitt klintrifelag í Føroyum. Tað er Havnar Klintrifelag, sum hevur hølir niðri á “Bacalao” á vestaru bryggju. Fólk uttanum Havnina eru eisini limir. Nevndin í Klintrisamband Føroya sæst her – Fv. Theodor Kapnas, Absalon Eysturoy og Rógvi Laksáfoss

2023-10-12 15:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Endamálið við Klintrisamband Føroya er at skipa og menna ítrottargreinina í Føroyum. Millum annað við at skipa fyri almennum kappingum, at útbúgva venjarar og intruktørar og at menna økið rundan um trygd í samband við Klintring.

Føroyingurin hevur langa søgu við klintring í bjørgum, fjøllum og skorðum. Alneyðuga virksemi uttandura er fyri nógv farið í søguna og ung eins og miðalaldrandi takast við annað virksemi. Sambandi ímillum gomlu serføroysku bjarga siðirnar í náttúruni er ikki neyðugtvís av. Nógv kan finnast aftur í klintringini sum ítrottargrein. 

Klintrifeløgini vaksa í tali av limum um allan heim. Klintring er ímillum tær mest vaksandi ítróttargreinar í vesturheiminum. Við seinasta OL var klintring við fyri fyrstu ferð.

Føroyingar byrjaðu at klintra á nýmótans hátt í 2005, at byrja við uttandurða við at klintra drangar. Síðani blivu meiri skipaði viðurskifti við bóltaðum leiðum í stabbagrótinum í Norðradali. Síðan ein minni buldrihøll í M.A Winters gøtu og seinast ein klintrihøll burturav í Havn.

Uttandura leiðirnar ið eru bóltaðar fevna nú í enn størri um um Norðradal, men eisini í Norðoyggjum, serliga á Nesi og Tinghellu í Rituvík í Eysturoynni  og so ein fittur partur í Suðuroy, sum javnan verður brúkur á Ítrottarháskúlanum í Vági. Fleiri klintriveggir eru at síggja í skúlum, í komunalum økjum og onkrir í ítrottarhallum.

Í løtuni er bert eitt klintrifelag í Føroyum. Tað er Havnar Klintrifelag, sum hevur hølir niðri á “Bacalao” á vestaru bryggju. Fólk uttanum Havnina eru eisini limir og felagið veitir útgerð til at byggja leiðir o.a heldir kappingar, venjingar, skeið fyri alt Føroyar.

Ítróttasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder