Tann 1. apríl hevur Róðrarfelagið Knørrur einki neyst til bátar sínar. Felagið hevur leigað í Evensens pakkhúsi, men Løgmansskrivstovan vil hava felagið út, tí hon vil goyma trætilfar har inni.
Sambært Róðrarfelagnum Knørri, kann tilfarið vera allastaðni, men róðrarfelagið kann bara vera við sjógvin.
Undir heitinum "Steðgið vanvirðiligu viðferðini av Róðrarfelagnum Knørri" skipa knørrastuðlar nú fyri undirskriftarinnsamling fyri at hjálpa felagnum og heita á løgmann um at vera við til at loysa málið, so at Róðrarfelagið Knørrur kann verða verandi í Evensens pakkhúsi.
Løgmaður er móttakari, av tí at hann er verji hjá føroyskum ítrótti. Higartil hava fleiri enn 600 fólk skrivað undir áheitanina, og alsamt fleiri leggjast afturat.
Róðrarfelagið Knørrur sigur, at undirskriftainnsavningin heldur fram til í morgin týsdagin á midnátt.
Les eisini: Løgmansskrivstovan blakar róðrafelagið Knørr út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald