Kappróður

Løgmansskrivstovan blakar róðrarfelagið Knørr út

Løgmansskrivstovan skal brúka Evensens pakkhús til viðarbular til Stokkastovu á Tinganesi. Uppsøgnin er ein vanlukka fyri róðrarfelagið, sum hevur leigað hølini síðani 2010. Knørrastuðlar savna undirskriftir.

(Mynd: Petur í Gong)

(Mynd: Petur í Gong)

2022-02-18 06:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit, knørrastuðlar, heita á løgmann sum verja hjá føroyskum ítrótti um at gera ávirkan sína galdandi, so at fyrisiting hansara, Løgmansskrivstovan, tekur aftur uppsøgn sína av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi. Uppsøgnin er ein vanlukka fyri felagið og tann ungdóm, sum í felagnum er sloppin at royna seg í leikum og at venja seg við bát og sjógv.

Soleiðis stendur í undirskriftainnsavnan, sum Knørrastuðlar hava stáplað upp á beinini síðani tað í gjár frættist, at Róðrarfelagið Knørrur er blakað út úr hølunum, sum felagið hevur leigað siðani 2010. Higartil hava nakað omanfyri 100 fólk skrivað undir.

Róðrarfelagið Knørrur hevur síðan 2010 leigað kjallaran í Evensens pakkhúsi, har tað hevur hýst bátum og manningum sínum. Samstundis hevur felagið alla sína tíð arbeitt hart fyri at fáa egið neyst, og eftir 35 árum eydnaðist tað í vetur umsíðir at fáa eitt grundstykki í Álakeri. Ætlandi kunnu bátarnir koma inn um trý ár.

[object Object]Krúnprinsafamiljan í Evensens pakkhúsi í 2018 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Viðarbular skulu inn
Í upplýsingunum til undirskrifta innsavningina verður sagt, at Løgmansskrivstovan í heyst segði upp sáttmálan við Róðrafelagið Knørr um Evensens pakkhús við virknaði frá 1. apríl í ár. 

- Frá hesum degi er felagið ein sigoynari í egnum býi, siga knørrastuðlar.

- Við virksemi sínum er tað óloysiliga bundið at sjóvarmálanum og má tí hava hølir, sum liggja við sjógvin. Slík hølir eru ógjørlig at finna í Havn, og uppsøgnin í Evensens er tískil vanlukkulig.

Tey heita á løgmann sum verja hjá føroyskum ítrótti, um at gera sína ávirkan galdandi, so at Løgmansskrivstovan tekur aftur uppsøgn sína av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, so at felagið sleppur at hava tak yvir høvdið, inntil tað um trý ár hevur egin hølir.

- Eitt ítróttafelag, sum í samfull 35 ár hevur givið túsundum av ungdómum møguleikan at hava ár í hond, hevur betur uppiborið enn hetta. Kortini hevur Løgmansskrivstovan syrgt fyri, at um stutta tíð standa allir knørrabátar á gøtuni. Til fyrimunar fyri nakrar viðarbular, sum kunnu hýsast, hvar tað skal vera, verður sagt.

Undirskriftainnsavnanin fer fram her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder